Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 5
Fárao vil ikki lurta eftir Mósesi og Ároni
v1 Eftir hetta komu Móses og Áron á fund Fáraos og søgdu: «So sigur Harrin, Guð Ísraels: Loyv fólki mínum at fara, so at teir mega halda mær hátíð í oyðimørkini!» v2 Men Fárao segði: «Hvør er tann Harrin, ið eg skal vera lýðin til tess at loyva Ísrael at fara? Ikki kenni eg tann Harran, og ikki loyvi eg heldur Ísrael at fara!» v3 Teir svaraðu: «Guð Hebrea hevur møtt okkum; loyv okkum nú at fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina at bera Harranum, Guði várum, fram offur, so at hann ikki letur drepsótt og svørð koma yvir okkum!» v4 Men Egyptalands kongur segði við teir: «Hví vilja tit, Móses og Áron, taka fólkið úr vinnuni? Farið tit heldur sjálvir aftur í trælastarv tykkara!» v5 Og Fárao segði: «Múgvan er nóg løt, sum er, um tit ikki skulu koma at lætta henni um trælastarv hennar!»
Viðurskifti Ísraelsmanna versna
v6 Sama dag beyð Fárao verkstjórum fólksins og umsjónarmonnum tess og segði: v7 «Fáið teimum ikki longur hálm eins og áður til at gera tigulsteinar við; men latið teir sjálvar fara út at henta sær hálm! v8 Kortini skulu tit seta teimum fyri at gera eins mangar tigulsteinar, og teir higar til hava gjørt; einki skulu tit skarva av tí; tí at av leti er tað, at teir rópa og siga: Vær viljum fara at bera fram Guði várum offur! v9 Tað er neyðugt at tyngja um trælastarv teirra, so at teir hava nakað at takast við og ikki ganga um sum lygivætti!» v10 Tá fóru verkstjórar fólksins og umsjónarmenn tess og søgdu soleiðis við fólkið: «So sigur Fárao: Eg gevi tykkum ikki longur hálm; v11 farið sjálvir út at henta tykkum hálm, hvar tit mega finna hann; men kortini skal ikki verða minkað um tað, ið tit eiga at avrika!» v12 Tá spjaddist fólkið út um alt Egyptaland til at savna sær hálm. v13 Men verkstjórarnir, sum koyrdu undir teir, søgdu: «Hvønn dag skulu tit avrika eins nógv, og tá tit fingu hálmin!» v14 Men teir umsjónarmenn hjá Ísraelsmonnum, ið verkstjórar Fáraos høvdu sett yvir teimum, vórðu avlamdir og síðan spurdir: «Hví avrika tit ikki longur tykkara ásettu nøgd av tiguli eins og áður?» v15 Umsjónarmenn Ísraelsmanna komu tá og rópaðu til Fárao og søgdu: «Hví fert tú soleiðis við trælum tínum? v16 Trælir tínir hava ongan hálm fingið, og kortini verður okkum boðið at gera tigulsteinar, og sí, trælir tínir verða avlamdir! Tú gert synd við fólk títt!» v17 Men hann svaraði: «Tit eru latir og tíma einki; tessvegna siga tit: Latum okkum fara at bera fram Harranum offur!» v18 Farið tit aftur og strevist; hálm fáa tit ongan, men kortini skulu tit avrika sama dagsverk av tiguli!»
Harrin lovar at hjálpa
v19 Umsjónarmenn Ísraelsmanna vóru illa við at skula boða: «Tit fáa ongan lætta, men hvønn dag skulu tit avrika tað ásetta tal av tigulsteinum!» v20 Tá ið teir komu út aftur frá Fárao og hittu Móses og Áron, ið stóðu har og bíðaðu teimum, v21 søgdu teir við teir: «Harrin líti at tykkum og dømi tykkum, aftur fyri at tit hava gjørt okkum illa umtóktar av Fárao og tænarum hansara og fingið teimum svørð í hond til at drepa okkum við!» v22 Tá vendi Móses sær til Harrans og segði: «Hví gert tú so illa við hetta fólk? Hví hevur tú tá sent meg? v23 Tí at síðan eg gekk fyri Fárao at tala í tínum navni, hevur hann farið illa við hesum fólki; og tú hevur als ikki hjálpt fólki tínum!» (6,1) Men Harrin svaraði Mósesi: «Nú skalt tú síggja, hvat eg fari at gera við Fárao, so at hann tvingaður letur teir fara, ja, so at hann verður tvingaður til sjálvur at reka teir út úr landi sínum!»