Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Onnur Mósebók, kapittul 6
Guð sendir Móses til fólksins og til Fárao
v2 Og Guð talaði við Móses og segði við hann: «Eg eri Harrin! v3 Eg birtist fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi sum Guð hin alvaldi, men undir navninum «Harrin» havi eg ikki opinberað meg fyri teimum. v4 Eg gjørdi eisini sáttmála við teir um at geva teimum Kánáanland, útlegdarland teirra, har teir livdu sum útisetar. v5 Og tá ið nú Ísraelsmenn rópaðu av neyð undan Egyptum, ið trælkaðu teir, tá hoyrdi eg teir og mintist á sáttmála mín. v6 Tí skalt tú siga við Ísraelsmenn: Eg eri Harrin! Eg skal sleppa tykkum undan teimum byrðum, ið Egyptar hava lagt á tykkum, og bjarga tykkum undan trælaoki teirra og loysa tykkum út við útrættum armi og miklum revsingardómum! v7 Og eg vil velja tykkum út til at vera fólk mítt, og eg vil vera Guð tykkara, og tit skulu sanna, at eg eri Harrin, Guð tykkara, sum frelsir tykkum undan trælabyrðum Egyptanna! v8 Eg skal føra tykkum inn í tað landið, sum eg svór at geva Ábrahami, Ísaki og Jákupi; tað gevi eg tykkum til ognar; eg eri Harrin!» v9 Móses kunngjørdi nú Ísraelsmonnum hetta; men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi, av tí at tann harða trælavinna hevði gjørt teir hugbrotnar. v10 Tá talaði Harrin við Móses og segði: v11 «Far og sig við Fárao, Egyptalands kong, at hann skal lata Ísraelsmenn fara burtur úr landi sínum.» v12 Men Móses tók til máls fyri ásjón Harrans og segði: «Sí, Ísraelsmenn vildu ikki lurta eftir mær, hvussu skal tá Fárao leggja lag í, hvat eg sigi, eg, sum eri óumskorin á vørrum?» v13 Harrin talaði tá við Móses og Áron og beyð teimum at fara til Fárao, Egyptalands kong, til tess at føra Ísraelsmenn út av Egyptalandi.
Ætt Rubens, Símeons og Levi
v14 Hesir vóru ættarhøvdingar teirra: Synir Rubens, hins frumgitna sonar Ísraels: Hánok, Pallu, Hezron og Karmi; hetta eru kyntættir Rubens. v15 Synir Símeons: Jemuel, Jámin, Óhad, Jákin, Zóhar og Sjául, sonur hinnar kanversku konunnar; hesir eru kyntættir Símeons. v16 Hesi eru nøvnini á sonum Levi eftir ættartali teirra: Gersjon, Kehat og Merari. Ævidagar Levi vóru eitt hundrað og tríati og sjey ár. v17 Synir Gersjons: Libni og Sjimei eftir kyntáttum teirra. v18 Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Ævidagar Kehats vóru eitt hundrað og tríati og trý ár. v19 Synir Merari: Máli og Musji; hetta eru kyntættir Levi eftir ættartali teirra. v20 Og Amram tók sær Jókebed, faðirsystur sína, til konu, og hon føddi honum Áron og Móses. Amrams ævidagar vóru eitt hundrað og tríati og sjey ár. v21 Synir Jizhars: Kóra, Nefeg og Zikri. v22 Synir Uzziels: Misjael, Elzafan og Sitri. v23 Áron tók sær Elisjebu, dóttur Amminadabs, systur Náhsjons, til konu; og hon føddi honum Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. v24 Synir Kóra: Assir, Elkana og Ábiasaf; hetta eru kyntættir Kóraita. v25 Eleazar, sonur Árons, tók sær eina av døtrum Putiels til konu; og hon føddi honum Pinehas; hetta eru ættarhøvdingar Levitanna eftir kyntáttum teirra. v26 Tað var við henda Áron og henda Móses, at Guð segði: «Førið Ísraelsmenn út úr Egyptalandi eftir herfylkingum teirra!» v27 Tað vóru teir, ið talaðu við Fárao, Egyptalands kong, um at føra Ísraelsmenn út úr Egyptalandi, hesir somu Móses og Áron.
Guð sendir Móses til fólksins og til Fárao
v28 Ta ferðina, tá ið Harrin talaði við Móses í Egyptalandi, v29 tá mælti hann hesum orðum við Móses: «Eg eri Harrin! Kunnger Fárao, Egyptalands kongi, alt, sum eg sigi tær!» v30 Men Móses svaraði, har hann stóð fyri ásjón Harrans: «Eg eri óumskorin á vørrum, hvussu kann Fárao geva orðum mínum gætur?»