Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Onnur Mósebók, kapittul 9
Fimta plágan: Fenaðardrepsóttin
v1 Tá mælti Harrin við Móses: «Gakk inn fyri Fárao og sig við hann: So sigur Harrin, Guð Hebrea: Gev fólki mínum loyvi at fara, so at tey mega tæna mær; v2 men synjar tú teimum at fara, og tú heldur teimum aftur longur, v3 tá skal hond Harrans koma yvir fenað tín á markini, bæði yvir ross og asnar, kamelar, neyt og seyð við ógvuligari drepsótt. v4 Men Harrin skal gera tann mun á fenaði Ísraelsmanna og fenaði Egypta, at eingin skepna hjá Ísraelsmonnum skal verða rakt av drepsóttini.» v5 Og Harrin ásetti tíð og segði: «Í morgin skal Harrin lata hetta verða landinum fyri.» v6 Dagin eftir læt Harrin berast á, og allur fenaður Egypta doyði; men av øllum fenaði Ísraelsmanna doyði ikki ein einasta skepna. v7 Fárao sendi fólk at fregnast, og sí, ikki ein einasta skepna hjá Ísraelsmonnum var deyð; tó herdi Fárao hjarta sítt og vildi ikki lata fólkið fara.
Sætta plágan: Kýlasóttin
v8 Tá segði Harrin við Móses og Áron: «Takið tykkum fullar lúkur av sóti úr bræðsluovninum! Móses skal spjaða tað upp í loft fyri eygum Fáraos; v9 og tað skal verða at dusti um alt Egyptaland; og av tí skulu koma kýli, ið bróta út í svullum bæði á monnum og djórum um alt Egyptaland.» v10 Teir tóku tá sót úr bræðsluovninum og gingu fyri Fárao; og Móses spjaddi tað upp í loft; og av tí komu kýli, sum brutu út í svullum bæði á monnum og djórum. v11 Og rúnarmenninir kundu hesa ferðina einki gera ímóti Mósesi vegna tess, at teir fingu sjálvir svullir eins og allir aðrir í Egyptalandi. v12 Men Harrin herdi hjarta Fáraos; og hann vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt Mósesi.
Sjeynda plágan: Heglingur
v13 Tá mælti Harrin við Móses: «Far snimma upp í morgin og gakk inn fyri Fárao og sig við hann: So sigur Harrin, Guð Hebrea: Gev fólki mínum loyvi at fara, so at teir mega tæna mær! v14 Tí at hesa ferðina ætli eg at senda allar plágur mínar yvir sjálvan teg, yvir tænarar tínar og fólk títt, til tess at tú skalt sanna, at eingin er javnlíki mín á allari jørðini. v15 Annars átti eg longu at havt hevjað hond mína og sligið teg og fólk títt við drepsótt, so at tú vart oyddur út av jørðini; v16 men eg havi eirt tær til tess at sýna á tær mátt mín og kunngera navn mítt um alla jørðina. v17 Rísur tú aftur upp ímóti fólki mínum við ikki at lata tey fara, v18 tá skal eg um hetta mundið í morgin lata ymja niður øgiligan hegling, so grovan, at tílíkt ongantíð áður hevur verið í Egyptalandi frá tí degi, tað varð til, og alt at hesum degi! v19 Tí mást tú sum skjótast taka inn fenað tín og alt, sum tú hevur úti á bønum; tí at allir menn og allar skepnur, sum úti eru og ikki koma inn undir tak og verða fyri høglunum, munnu týna lívið.» v20 Teir av tænarum Fáraos, ið óttaðust orð Harrans, fingu nú trælir sínar og fenað inn undir tak; v21 men teir, ið ongar gætur góvu orðum Harrans, lótu trælir sínar og fenað verða úti. v22 Tá segði Harrin við Móses: «Rætt út hond tína móti himni, so skal heglingur ymja niður yvir alt Egyptaland bæði yvir fólk og fenað og allan jarðargróður í Egyptalandi!» v23 Tá rætti Móses stav sín móti himni, og í sama bili læt Harrin toruslátt og hegling ymja; og snarljósini glumdu til jarðar; og Harrin læt hegling ymja yvir Egyptaland. v24 Og heglingsælið dundi, og snarljósini gingu mitt í heglinginum so øgiliga, at tílíkt ongantíð áður hevði verið í øllum Egyptalandi, síðan landið varð bygt. v25 Í øllum Egyptalandi týndi heglingurin alt, sum var úti á markini; bæði fólk og fenað og allan jarðargróður týndi heglingurin og smildraði hvørt træ á markini. v26 Einans í Gosenland, har Ísraelsmenn búðu, kom ikki eitt tað einasta hagl.
v27 Tá sendi Fárao boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Hesa ferðina havi eg syndað! Harrin hevur rætt, men eg og fólk mítt hava órætt! v28 Biðið til Harrans, tí at nóg mikið hevur nú verið av toruslátti og heglingi Guðs. Eg skal nú lata tykkum fara, og ikki skal longur verða lagt hald á tykkum!» v29 Móses svaraði honum: «So skjótt sum eg komi út um borgina, skal eg breiða út hendur mínar móti Harranum, og tá skal toruslátturin lætta av og heglingurin linna, til tess at tú skalt sanna, at jørðin tilhoyrir Harranum. v30 Men eg veit, at enn óttast hvørki tú ella tænarar tínir Harran Guð.» v31 Og línið og byggið varð sligið niður, tí at øks vóru komin á byggið, og línið blómaði; v32 men hveitin og speltin vóru ikki sligin niður, tí at tey koma seinni fyri seg. v33 Síðan fór Móses frá Fárao og út um borgina; og tá ið hann breiddi út hendur sínar móti Harranum, lættu torusláttur og heglingur av, og regnið umdi ikki meira til jarðar. v34 Men tá ið Fárao sá, at regn og heglingur og torusláttur lættu av, helt hann áfram at synda, og hann og tænarar hansara herdu hjørtu síni. v35 Hjarta Fáraos var tá so hert, at hann ikki vildi loyva Ísraelsmonnum at fara, eins og Harrin hevði sagt Mósesi.