Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 10
Fyrsta savn
Orðtøk Sálomons.
v1 Vísur sonur gleðir faðir sín, men óvitskutur sonur ger móður síni harm. v2 Órættar skattir gagna ikki, men rættvísi frelsir frá deyða. v3 Harrin letur ikki rættvísan mann líða hungur, men girnd teirra gudleysu koyrir hann frá sær. v4 Armur verður tann, sum við latari hond virkar, men íðin hond vinnur ríkidømi. v5 Klókur sonur savnar á sumri, men ringur sonur svevur um heystið. v6 Yvir høvur hins rættvísa kemur signing, men muður teirra gudleysu fjalir órætt. v7 Minnið um hin rættvísa verður vælsignað, men navn teirra gudleysu fúnar. v8 Tann, sum er vísur í hjarta, tekur við boðum, men tann, sum er tápulingur í orðum, fer til grundar. v9 Tann, ið sakleysur gongur, gongur tryggur, men tann, ið krókvegir fer, verður kunnur. v10 Tann, ið blunkar við eyganum, veldur stríð, men tann, ið er tápulingur í orðum, fer til grundar. v11 Muður hins rættvísa er ein lívsins kelda, men muður teirra gudleysu fjalir órætt. v12 Hatur veldur deilur, men kærleiki breiðir yvir øll misbrot. v13 Á vørrum á vitrum manni er vísdómur at finna, men til bakið á hinum óvitskuta hóskar koyrilin væl. v14 Vitrir menn goyma kunnskap sín, men muður tápulingsins er hóttandi vandi. v15 Ríks mans ognir eru honum eitt virki, men armóðin er teimum fátæku til fals. v16 Tað, ið rættvísur avrikar, verður til lívs, tað, ið gudleysur vinnur, fer í synd. v17 Tann, ið varðveitir aga, er á lívsins leið, men tann, ið áminning havnar, fer skeivur. v18 Tann, ið hatur dylur, hevur lygivarrar, og tann, ið baktal ber út, er óvitskutur. v19 Har sum nógv eru orð, har vantar ikki synd, men hyggin er tann, ið varrar sínar varðar. v20 Tunga hins rættvísa er útvalt silvur, men hjartað í teimum gudleysu er lítilsvert. v21 Varrar hins rættvísa føða mangar, men tápulingarnir doyggja, tí teimum vantar vit. v22 Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki aftrat. v23 Illgerð er vitloysings gaman, men vitskan er gaman hjá vitrum manni. v24 Tað, ið gudleysur óttast, kemur yvir hann, men tað, ið rættvísir ynskja, verður teimum givið. v25 Tá ið stormurin er hildin í, er gudleysur horvin, men rættvísur stendur á ævigari grund. v26 Sum edikur fyri tenninar og roykur fyri eyguni, so er letingin fyri tann, ið hann sendir. v27 Ótti fyri Guði leingir um lívið, men árini hjá gudleysum verða stytt. v28 Væntan hjá rættlátum endar í gleði, men vónin hjá gudleysum verður til einkis. v29 Harrans vegur er hinum sakleysa ein vernd, men illgerðarmonnum ein undirgangur. v30 Rættvísur skal um ævir ei vikast, men gudleysir skulu ei byggja landið. v31 Muður hins rættvísa gevur vísdóm av sær, men hin falska tungan verður burturslitin. v32 Varrar hins rættvísa søkja hugnað, men muður teirra gudleysu er bert fals.