Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 11
Framhald av fyrsta savni
v1 Svikavág er Harranum ein andstygd, men fulla vág væl honum líkar. v2 Kemur hugmóð, kemur skomm, men hjá lítillátum er vísdómur. v3 Rættvís verða leidd av sakloysi sínum, men trúleys verða týnd av falsi sínum. v4 Ríkidømi hjálpir ikki á vreiðinnar degi, men rættvísi bjargar frá deyða. v5 Rættlæti hins sakleysa slættar honum vegin, men gudleysur fellur um gudloysi sítt. v6 Rættvís verða bjargað av rættvísi síni, men trúleys verða fangað í egnari girnd. v7 Tá ið gudleysur maður doyr, er vónin farin, og illskapar væntan er vorðin til einkis. v8 Rættvísur verður bjargaður úr neyð, men gudleysur kemur aftur í hans stað. v9 Við munninum eitt illmenni granna sín spillir, men rættvís verða av kunnugleika bjargað. v10 Tá ið væl gongst rættvísum, fegnast bygdin, tá ið gudleysir farast, er gleðisongur. v11 Við signing av sakleysum kemur bygdin upp, men við munni á gudleysum verður hon niðurbrotin. v12 Óvitigur maður vanvirðir granna sín, men vitigur maður tegir. v13 Sleyivætti ber loyndarmál út, men trúlyntur sakina loynir. v14 Har sum einki er stýri, má fólkið falla, men har sum mangir eru ráðvísir, gongst alt væl. v15 Illa er hann staddur, ið gongur í veður fyri annan, men hann, ið handtak hatar, er tryggur. v16 Yndislig kona fær heiður, og valdsmenn vinna sær ríkidømi. v17 Góðhjartaður maður ger sál síni gott, men grimmur skaðar sítt egna hold. v18 Gudleysur vinnur sær svikaligan vinning, men tann, sum rættferð sáar, fær varandi løn. v19 At fara fram við rættferð førir til lívs, at tráa eftir illum leiðir til deyða. v20 Rangsinnaðir eru Harranum ein andstygd, men teir, ið sakleysir ganga, líka honum væl. v21 Her er hondin upp á tað, at vándur sleppur ikki undan revsing, men avkomið hjá rættvísum verður bjargað. v22 Eins og gullringur í svínstrýni so er føgur kona, sum onga hevur spekt. v23 Tað, ið rættvísir ynskja, verður eina til eydnu, tað, ið gudleysir vóna, verður til vreiði. v24 Ein gevur ríkliga og fær altíð meira aftur, annar verður armur av órættum sparni. v25 Vælgerin sál skal verða ríkliga mettað, og tann, ið øðrum lívgar, skal sjálvur verða lívgaður. v26 Honum, sum dungar kornið saman, honum bannar fólkið, men signing kemur yvir høvur hans, sum selur tað. v27 Tann, sum søkir tað, ið gott er, finnur náði, men tann, sum leitar eftir illum, verður fyri tí. v28 Tann, sum lítur á ríkidømi sítt, skal falla, men rættvísir skulu spretta eins og leyvið. v29 Tann, sum hús sítt fær í ólag, skal arva vind, og dárin verður trælur hjá hinum vitra. v30 Fruktin hjá rættvísum er eitt lívstræ, og hin vísi vinnur sálir. v31 Sí, hin rættvísi fær viðurlag her á jørð, hvat tá hin gudleysi og syndarin?