Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 13
Framhald av fyrsta savni
v1 Vitur sonur aktar áminning faðirs síns, men spottarin ikki eftir átølum lurtar. v2 Maður nýtur gott av fruktum munsins, men hugurin hjá svikarum stendur at órætti. v3 Tann, sum munn sín gætir, varðveitir lív sítt, men vanlukka verður skræðugákinum fyri. v4 Sálin í letinganum tráar og fær einki, men sálin í ídnum monnum verður ríkliga mettað. v5 Lygiorð hin rættvísi hatar, men hin gudleysi fremur skemd og skomm. v6 Rættvísi varðar tann, sum í sakloysi gongur, men gudloysi fellir tann, sum ger synd. v7 Mangur letst ríkur og eigur einki, mangur letst fátækur og eigur nógv. v8 Mansins ríkidømi er loysigjald fyri lív hans, men hin fátæki sleppur frá at hoyra hóttur. v9 Ljósið hjá rættvísum skínur fagurliga, men lampan hjá gudleysum sloknar. v10 Av hugmóði standast bert trætur, men hjá teimum, ið taka við ráðum, er vitska. v11 Ódrúgt er skjótfingið ríkidømi, men tann, sum savnar smátt og smátt, verður ríkur. v12 Longlig væntan ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er eitt lívstræ. v13 Tann, sum vanvirðir orðið, týnir seg sjálvan, men tann, sum boðorðið óttast, fær løn. v14 Vísmans læra er lívskelda til tess at sleppa undan deyðans snerrum. v15 Góður fróðskapur gevur tokka, men vegurin hjá svikarum er teimum til undirgangs. v16 Klókur maður ger alt við skynsemi, men býttlingurin breiðir út óvitsku. v17 Gudleyst sendiboð fellur í ólukku, men trúgvur sendisveinur er heilsubót. v18 Armóð og skomm fær tann, sum ikki áminning skoytir, men tann, ið tekur við revsing, fær heiður. v19 Uppfylt ynski er søtt fyri sálina, men at víkja frá illum er býttlingunum ein andstygd. v20 Halt teg at vísum, tá verður tú vísur, men illa gongst tí, sum er í hóslag við býttlingum. v21 Ólukkan syndararnar eltir, men lukkan at hinum rættvísu nær. v22 Góður maður leivir barnabørnum arv, men syndarans góðs er goymt hinum rættvísa. v23 Nýlendi fátækra manna gevur ríka føði, men mangur verður týndur fyri órættferð sína. v24 Tann, sum koyrilin sparir, son sín hatar, men tann, sum hann elskar, agar hann snimma. v25 Hin rættvísi etur og verður mettur, men gudleysir fáa tóman maga.