Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 15
Framhald av fyrsta savni
v1 Blídligt andsvar stillar bræði, men hvast orð vekur vreiði. v2 Vísmanna tunga fremur hollan kunnskap, men býttlinga muður goysir út fávitsku. v3 Allar staðir eru eygu Harrans, tey hyggja eftir illum og góðum. v4 Spakføri tungunnar er eitt lívstræ, men fals hennara veldur hjartamein. v5 Hin fákunni vanvirðir aga faðirs síns, men klókur verður tann, sum eftir áminning tekur. v6 Í húsi hins rættvísa er vælferð, men á inntøkum hins gudleysa er óskil. v7 Vísmanna varrar stroya út kunnskap, men býttlinga hjarta er rangt. v8 Offur hjá gudleysum er Harranum ein andstygd, men bøn hjá rættiligum væl honum líkar. v9 Vegur hins gudleysa er Harranum ein andstygd, men tann, sum stundar á rættvísi, hann elskar. v10 Ring revsing væntar honum, ið gongur út av leið, og tann, sum áminning hatar, skal doyggja. v11 Helheimur og avdýpið liggja opin fyri Harranum, hvørt heldur tá hjørtuni á menniskjunnar børnum! v12 Spottaranum ikki dámar at verða funnin at, og til vísmenn fer hann ikki. v13 Glatt hjarta ger bjart andlit, men av hjartasorg verður dapur hugur. v14 Hjarta hins vitra søkir fróðskap, men býttlinga muður fer við fávitsku. v15 Allir eru dagar armingans vándir, men hin hjartaglaði er altíð í veitslu. v16 Betri er lítið við ótta fyri Harranum enn stórar ognir við óró afturat. v17 Betri er ein verður av káli, har sum kærleiki er, enn ein feitur oksi við hatri afturvið. v18 Bráðlyntur maður vekur klandur, men hin tolni stillar trætur. v19 Vegur letingans er eins og ein tornagirðing, men gøtan hjá rættiligum er bein. v20 Vísur sonur gleðir faðir sín, men ringur maður vanvirðir móður sína. v21 Vitleysum manni er fákunnin ein gleði, men vitur maður gongur beint fram. v22 Ráð verða til einkis, har sum eingin er ráðagerð, men har sum mangir ráðleggja, fáa tey frama. v23 Maður hevur gleði av svari muns síns, og hvør gott er eitt orð í rættari tíð! v24 Hin hygni gongur lívsins veg uppeftir til tess at sleppa frá deyðans ríki í neðra. v25 Húsið hjá dramblátum rívur Harrin niður, men setir upp markaskjalið hjá einkjum. v26 Ilskuráð eru Harranum ein andstygd, men vinsemdar orð eru rein. v27 Tann, sum ránakendur er, fær hús sítt í ólag, men tann, sum mutur hatar, skal liva. v28 Hjarta hins rættvísa hugsar um, hvat hann skal svara, men muðurin á gudleysum goysir út illskap. v29 Langt er Harrin frá gudleysum burtur, men bønir hinna rættvísu hann hoyrir. v30 Ljóst eygnabrá gleðir hjartað, góð tíðindi geva merg í beinini. v31 Oyra, sum lýðir á lívsins áminningar, man halda seg aftur at teimum vísu. v32 Tann, sum aga havnar, sál sína vanvirðir, men tann, sum lýðir á áminning, fer fram í vitsku. v33 Ótti fyri Harranum er agi at vísdómi, og eyðmýkt gongur fram um æru.