Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 16
Framhald av fyrsta savni
v1 Hjá menniskjum eru hjartans hugsanir, men frá Harranum kemur svar tungunnar. v2 Maður heldur allar vegir sínar vera reinar, men Harrin metir andarnar. v3 Lít Harranum verk tíni til, tá skulu ráð tíni fáa frama. v4 Alt hevur Harrin skapað fyri tess endamál, og eisini hin gudleysa fyri vanlukkudagin. v5 Ein og hvør hugmóðigur er Harranum ein andstygd, tú kanst vera vísur í, at hann ikki sleppur órevsaður. v6 Við kærleika og trúskapi verður bøtt fyri misgerð, og við ótta fyri Harranum víkur ein frá illum. v7 Tá ið Harrin líkar atferð hjá manni, tá sættir hann eisini fíggindar hans við hann. v8 Betri er lítið við rættferð enn stórar innløgur við órætti. v9 Mansins hjarta upphugsar veg sín, men Harrin stýrir hans fetum. v10 Guddómsorð eru á kongsins vørrum, í dómi skal muður hans ikki gera mistak. v11 Rætt vág og rættar vágskálir hoyra Harranum til, hans verk eru øll lodd á vágini. v12 At fremja ilt er fyri kongar ein andstygd, tí at við rættvísi stendur hásætið trygt. v13 Rættlátar varrar kongum væl líkar, og teir elska teir, sum sannorðaðir eru. v14 Kongsins vreiði er deyðans sendiboð, men vísur maður stillar hana. v15 Í kongsins andlits ljósi er lív, og blídni hans er sum eitt æl um várið. v16 Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur. v17 At víkja frá illum er leiðin hjá rættvísum, at varða um veg sín er at varðveita sál sína. v18 Hugmóð gongur undan undirgongd, og dramblæti undan falli. v19 Betri at vera lítillátur við armingum enn at býta veiði við hástórum. v20 Tann, sum gevur gætur eftir orðinum, finnur lukku, og sælur er tann, sum lítur á Harran. v21 Tann, sum er vísur í hjarta, verður kallaður hyggin, og søtleiki varranna økir um lærdóm. v22 Fróðskapur er ein lívskelda hjá honum, sum hann eigur, men fávitskan er agin hjá fávitskutum. v23 Hjarta hins vísa ger munn hans hygnan og økir um lærdómin á vørrum hans. v24 Vinalig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini. v25 Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir. v26 Hungur arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí at muður hans koyrir á hann. v27 Eitt illmenni grevur vanlukkugrøv, og á vørrum hans er sum brennandi eldur. v28 Falslyndur maður veldur trætur, og sleyivætti ger skilnað millum vina. v29 Yvirgerðarmaður næsta sín lokkar og leiðir hann út á ringan veg. v30 Tann, sum letur eyguni aftur, hugsar um svik, tann, sum trýstir varrarnar saman, hevur gjørt ilt. v31 Grá hár eru ein heiðurskrúna, hon er at vinna á rættferðar vegi. v32 Tann, sum tolmóð hevur, er betri enn ein kappi, og tann, sum sinni sínum stýrir, betri enn tann, sum vinnur borg. v33 Lutin tey kasta í fanginum, men øll avgerð hans kemur frá Harranum.