Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 20
Framhald av fyrsta savni
v1 Vínið er spottari, rúsdrykkur óljóð, hvør tann, sum drukkin vinglar, er óvitur. v2 Kongsótti er eins og ýl í leyvu, tann, sum øsir hann móti sær, forkemur sínum lívi. v3 Tað er manni ein sómi at halda sær frá klandri, men hvør ein býttlingur bítur á kampi. v4 Letingin pløgir ikki um heystið, tí leitar hann í akurskurði, men til einkis. v5 Eins og djúp vøtn eru ráð í mansins hjarta, men ein maður við viti kann oysa tey. v6 Mangir hitta mann, sum teir elskar, men ein trygdarmann, hvør finnur hann? v7 Hin rættvísi gongur í sakloysi sínum, sælir eru tí synir hans eftir hann. v8 Kongur, sum situr í dómarasæti, skilir frá alt ilt við eygnabrái sínum. v9 Hvør kann siga: «Eg havi hildið hjartað mítt reint, og eri reinur av synd míni?» v10 Tvey sløg av vágum og tvey sløg av málum, tey eru bæði tvey Harranum ein andstygd. v11 Drongurin sýnir longu við gerðum sínum, um fyritøkur hans verða reinar og rættar. v12 Oyrað, sum hoyrir, og eygað, sum sær, bæði tvey hevur Harrin skapað. v13 Elska ikki svøvn, so at tú ikki verður armur, lat eyguni upp, so skalt tú mettast av breyði. v14 «Ringt, ringt!» sigur tann, ið keypir, men tá ið hann fer avstað, erpir hann sær. v15 Til er gull og nøgd av perlum, men hitt dýrasta ílát eru kunnskapar varrar. v16 Tak klæðini av honum, tí at hann hevur gingið í veður fyri annan, og panta hann fyri fremmandar. v17 Falsfingið breyð smakkar manni søtt, men síðan fyllist muðurin av smásteinum. v18 Ráð fáa frama við ráðagerð, ráðlegg tí væl, tá ið tú fert í stríð. v19 Sleyivætti ber loyndarmál út, hav tí einki felag við skræðugákar. v20 Tann, sum bannar faðir og móður, lampa hans skal slokna í bølamyrkri. v21 Arvur, sum ein í fyrstuni er ov tráfikin eftir, verður til endans uttan signing. v22 Sig ikki: «Eg skal løna við illum!» Bíða tú Harranum, hann skal tær hjálpa. v23 Tvey sløg av vágum eru Harranum andstygd, og følsk vágskál er einki gott. v24 Frá Harranum koma mansins spor, hvussu kann maður veg sín skilja? v25 Tað er manni ein snerra í gáloysi at siga: «Halgað!» og ikki hugsa seg um, fyrr enn lyftið er lovað. v26 Vísur kongur skilir hinar gudleysu frá og letur hjólið yvir teir fara. v27 Menniskjunnar andi er ein Harrans lampa, sum rannsakar øll rúm hjartans. v28 Kærleiki og trúskapur varðveita kongin, og við kærleika styðjar hann hásæti sítt. v29 Ungmanna prýði er máttur teirra, grá hár eru oldinganna heiður. v30 Blóðigar skeinur reinsa hin vánda og høgg, sum níta at beini.