Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 22
Framhald av fyrsta savni
v1 Gott navn er meira vert enn stórt ríkidømi, mannatokki er betri enn silvur og gull. v2 Ríkur og fátækur hittast, Harrin hevur skapað teir báðar. v3 Vitur maður sær vandan og fjalir seg, men fákunnir halda á og mega bøta afturfyri. v4 Lønin fyri eyðmýkt og Harrans ótta er ríkdómur, heiður og lív. v5 Tornir og snerrur eru á vegi hins svikafulla, tann, sum lív sítt vil varða, heldur seg burtur frá teimum. v6 Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. v7 Ríkur yvir fátækum ræður, og tann, ið fær lán, verður trælur hans, sum gevur lán. v8 Tann, sum órætt sáar, skal vanlukku heysta, og hugmóðs stavur hans verður fyri ongum. v9 Góðhjartaður maður verður vælsignaður, tí at hann gevur arminganum av breyði sínum. v10 Rek spottaran burt, so fer ósemjan burt, og tú fært frið fyri klandri og skomm. v11 Tann, sum er hjartareinur, elskar Harrin, tann, sum er yndisorðaður, er kongsins vinur. v12 Harrans eygu varða um kunnskap, men hann kollveltir svikarans orðum. v13 Letingin sigur: «Ein leyva er fyri uttan, eg kann verða dripin mitt á gøtuni.» v14 Ein djúp grøv er muðurin á fremmandum konum, tann, sum er fyri Harrans vreiði, fellur í hana. v15 Fávitskan situr føst í hjartanum á hinum unga, men revsingarstavurin tekur hana burtur frá honum. v16 At kúga hin fátæka økir um ognir hans, at geva hinum ríka veldur honum bert armóð.
Annað savn
v17 Boygg oyra títt og lýð á vísmanna orð og vend hjarta tínum at kunnleika mínum! v18 Tí at tað er dámligt, at tú goymir tey tær í brósti, og at tey eru øll til reiðar á vørrum tínum! v19 Fyri at tú skalt á Harranum hava álit títt, læri eg teg í dag, júst teg. v20 Havi eg ikki skrivað tær fyrndarorð við hyggjuráðum og vitsku v21 fyri at kunngera tær sannleika, álítandi orð, so at tú við álítandi orðum kann svara teimum, ið teg senda?
v22 Ræn ikki hin vesæla, tí at hann er vesælur, og týn ikki hin forfjónaða á tingi; v23 tí at Harrin skal føra teirra sak og taka lív teirra, sum taka frá teimum. v24 Far ikki í hóslag við illføran mann, og hav ikki við at gera tann, sum bráðsintur er, v25 at tú ikki skalt venjast til atburð hans og fáa tær snerru fyri lív títt. v26 Ver ikki millum teirra, sum handslag geva, millum teirra, sum ganga í veður fyri skuld; v27 tí tá ið tú einki hevur at gjalda við, vilt tú tá lata teir taka seingina undan tær? v28 Flyt ikki avgomul markaskjal, sum fedrar tínir hava sett. v29 Sært tú dugandi mann í verki sínum, hann man kom at tæna hjá kongum, ikki man hann vilja smámonnum tæna.