Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 27
Framhald av fjórða savni
v1 Rósa tær ikki av morgindeginum, tí at tú veitst ikki, hvat dagurin ber í fangi sínum. v2 Lat ein annan tær rósa og ikki tín egna munn, ein fremmandan og ikki tínar egnu varrar. v3 Steinur er tungur, og sandur vegur nógv, men dáragremja er tyngri enn bæði. v4 Yvrin leikar óð, og vreiðin skolar, men hvør kann standast móti øvund? v5 Betri er opinber atfinning enn kærleiki, sum heldur seg fjaldan. v6 Væl meint eru sløg av vinahond, og mangir eru óvinar kossir. v7 Mettur maður havnar hunangi, men svongum manni tykir alt beiskt søtt. v8 Eins og fuglur, sum er rýmdur av reiðri sínum, so er maður, sum er farin av húsum sínum. v9 Olja og roykilsi gleða hjartað, so eru vinarorð sæl frá ráðvísari sál. v10 Slepp ikki vini tínum ella vini faðirs tíns, og far ikki inn í hús bróður tíns á neyðardegi tínum; betri er ein granni í nánd enn ein bróðir í fjarlegd. v11 Ver tú vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt, so at eg kann svara honum, sum háðar meg. v12 Vitur maður sær vandan og fjalir seg, men fákunnir halda á og mega bøta afturfyri. v13 Tak klæðini av honum, tí at hann hevur gingið í veður fyri annan, og panta hann fyri fremmanda konu. v14 Honum, sum harðmæltur vælsignar næsta sín snimma á morgni, honum skal tað verða roknað sum ein banning. v15 Takdropin, sum ein regndag dryppar uttan íhald, og klandursom kona – tey líkjast hvørt øðrum. v16 Tann, sum steðgar henni, kundi steðgað vindinum og hildið olju í síni høgru hond. v17 Jarn brýnir jarn, og maður brýnir mann. v18 Tann, sum røktar eitt fikutræ, fær fruktina av tí at eta, tann, sum røkir harra sín, skal fáa heiður. v19 Eins og andlit horvir móti andliti í vatni, soleiðis mannahjarta móti mannahjarta. v20 Helheimur og avgrundin mettast ikki, og mannaeygu mettast ikki. v21 Bráðpannan er til silvurið og ovnurin til gullið, og maður verður dømdur eftir ágiti sínum. v22 Um tú stoytti dáran í einum mortara við einum stoytara saman við grýnum, so mundi tó ikki fávitskan vikið frá honum. v23 Hav tú góða greiðu á, hvussu seyðir tínir eru littir, og ber umsorgan fyri búskapi tínum. v24 Tí at ríkdómur varar ikki allar ævir, og heldur ikki ein krúna ætt eftir ætt. v25 Er hoyggið undangingið, og gróðurin sprettur, og fjallagrasið er samanborið, v26 tá hevur tú lomb til klæði og havrar til at keypa tær jørð fyri v27 og nóg nógva geitarmjólk til føðslu hjá tær, til føðslu hjá húsi tínum, til lívsuppihalds hjá ternum tínum.