Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 28
Framhald av fjórða savni
v1 Gudleysir flýggja, um eingin teir eltir, rættvísir eru sum ein ung leyva tryggir. v2 Tá ið eitt land fer í spillu, gerast har mangir høvdingar, men við einum hygnum og skilagóðum manni varar rætturin leingi. v3 Fátækur maður, sum kúgar neyðarfólk, er eins og skolandi regn, sum ikki gevur breyð. v4 Teir, sum fara frá lógini, prísa hinum gudleysu, men teir, sum halda lógina, stríðast móti teimum. v5 Illmenni skilja ikki, hvat ið rætt er, men teir, sum søkja Harran, skilja alt. v6 Betri er fátækur maður, sum gongur í sakloysi sínum, enn tann, sum gongur tvinnanda gøtur, um hann er ríkur. v7 Tann, sum varðveitir lógina, er hyggin sonur, men tann, sum fer í hóslag við óhógvsmenn, ger faðir sínum skomm. v8 Tann, sum økir um ogn sína við rentu og okri, hann savnar til hansara, sum er góður móti fátækum fólki. v9 Tann, sum vendir oyra sínum burtur, at hann ikki hoyrir lógina, – sjálvt bøn hans er ein andstygd. v10 Tann, sum villir rættiligar menn út á vándan veg, hann fellur sjálvur í sína egnu grøv; men sakleysir skulu fáa gott í arv. v11 Ríkur maður heldur seg vísan, men vitugur, fátækur maður granskar hann út. v12 Tá ið rættvísir fegnast, er dýrdin stór, men tá ið gudleysir koma upp, krógva fólk seg burtur. v13 Tann, sum dylur misgerðir sínar, fær onga eydnu, men tann, sum gongur við tær og letur av teim, skal finna miskunn. v14 Sælur er maður, sum altíð er varur, men tann, sum herðir hjarta sítt, fellur í ólukku. v15 Eins og ýlandi leyva og ránfús bjørn, so er gudleysur høvdingi yvir einum fátækum fólki. v16 Høvdingi, sum lítið hevur vit, men nógv hevur vald! Tann, sum hatar órættan vinning, skal fáa langa ævi. v17 Maður, sum blóðsøk hevur á sær, flýggjar líka á gravarbakkan, eingin skal steðga honum. v18 Tann, sum í sakloysi gongur, verður frelstur, men tann, sum gongur tvinnanda gøtur, fellur á aðrari. v19 Tann, sum jørð sína dyrkar, verður mettur av breyði, men tann, sum fer eftir fáfongd, verður mettur av armóð. v20 Trúfastur maður verður ríkliga vælsignaður, men tann, sum í bræði vil verða ríkur, sleppur ikki órevsaður. v21 At gera mannamun er einki gott, men mangur maður verður brotsmaður fyri ein breyðbita. v22 Hin avundsjúki skundar sær eftir ríkidømi, hann veit ikki, at trot kemur at vera hjá honum. v23 Tann, sum revsar ein mann, vinnur síðan tøkk heldur enn tann, sum tungumjúkur talar. v24 Tann, sum rænir faðir sín og móður sína og sigur: «Tað er eingin synd;» hann er lagsbróðir við tann, sum forkemur øllum. v25 Hin vinnusjúki veldur trætur, men tann, sum lítur á Harran, fær signing. v26 Tann, sum lítur á sítt egna vit, er ein dári, men tann, sum í vísdómi gongur, verður frelstur. v27 Tann, sum gevur fátækum, skal onga neyð líða, men tann, sum letur eyguni aftur, fær nógvar illbønir. v28 Tá ið gudleysir koma upp, krógva fólk seg, tá ið teir fara til grundar, nørast rættvísir.