Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 31
Orð Lemuels kongs
v1 Orð Lemuels kongs, profetorð, sum móðir hans lærdi hann: v2 Hvat skal eg siga, sonur mín, ja, hvat, sonur móðurlívs míns, ja, hvat, sonur heitstreingis míns? v3 Gev ikki konum kraft tína, ella elskhug tín til teirra, sum spilla kongar. v4 Tað sømir ikki kongum, Lemuel, tað sømir ikki kongum at drekka vín ella høvdingum at spyrja eftir sterkum drykki. v5 Tí at drekkur hann, vil hann gloyma, hvat ið lóg er, og snúgva rættinum hjá øllum neyðarfólkum. v6 Gevið tí sterkan drykk, sum er komin til trota, og gevið tí vín, sum sorg ber í hjarta, v7 at hann kann drekka og gloyma fátækt sína og ikki longur minnast møði sína. v8 Lat upp munn tín fyri hin málleysa, fyri sak alra teirra, sum neyðstødd eru. v9 Lat upp munn tín og døm við rættvísi, lat armingan og hin fátæka fáa sín rætt!
Ein dugandi kona
v10 Eina dugandi konu, hvør finnur hana? Hon hevur nógv hægri virði enn perlur. v11 Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur vantar honum ikki. v12 Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar. v13 Hon syrgir fyri ull og líni, og hugaliga arbeiða hennara hendur. v14 Hon er eins og keypmansins farmaskip, heimtar føðsluna langvegis frá. v15 Hon fer upp fyri dag, matskaffar húsfólki sínum og gevur arbeiðskonum sínum setning teirra. v16 Hon fær hug á jørð og keypir hana, fyri tað, hon avrikar við hondunum, plantar hon víngarð. v17 Hon gyrðir lendar sínar við kraft og ger armar sínar sterkar. v18 Hon kennir, at starv hennara eydnast væl, ikki sloknar á lampu hennara um nætur. v19 Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, og fingrar hennara taka um snælduna. v20 Hon letur upp lógvan fyri arminganum og rættir út hendurnar móti hinum fátæka. v21 Hon óttast ikki fyri húsi sínum í kava, tí at alt hús hennara er klætt í skarlak. v22 Hon virkar sær áklæði og klæðir seg í fínasta lín og purpur. v23 Maður hennara er nógv mettur í staðarliðunum, har sum hann situr á tingi saman við mætastu monnum landsins. v24 Hon virkar línskjúrtur og selur tær, og til keypmansins avreiðir hon belti. v25 Kraft og sómi eru klæði hennara, og hon lær at komandi degi. v26 Hon letur upp munnin við vísdómi, og mild leiðbeining er á tungu hennara. v27 Hon ansar eftir, hvussu til gongur í húsi hennara, og ikki etur hon breyð í leti. v28 Synir hennara stíga fram og prísa hana sæla, og húsbóndi hennara syngur hennara lov: v29 «Mangar hava konur sýnt dugnaskap, men tú bert av teimum øllum!» v30 Yndi er svikaligt, og vakurleiki fer, men kona, sum óttast Harran, skal verða prísað. v31 Gevið henni av tí, sum hon avrikaði við hondum sínum, og latið verk hennara í liðunum hana prísa.