Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 4
Vinn tær vísdóm og synda ikki
v1 Hoyrið, synir, áminning faðirs tykkara og gevið gætur, so at tit læra klókskap! v2 Tí at góðan lærdóm gevi eg tykkum, vrakið ikki leiðbeining mína! v3 Tí tá ið eg var sonur í faðirs míns húsi, lítið einkarbarn hjá móður míni, v4 tá lærdi hann meg og segði við meg: «Hjarta títt haldi fast við míni orð, varðveit tú boð míni, so manst tú liva. v5 Vinn tær vísdóm, vinn tær klókskap! Gloym ikki og vík ikki frá orðunum av mínum munni! v6 Havna ikki vísdómi, so man hann varða teg, elska hann, so man hann verja teg. v7 Upphav at vísdómi er: Vinn tær vísdóm, vinn tær vitsku fyri allar tínar ognir! v8 Set hann hátt, so man hann hevja teg; hann man veita tær æru, um tú fevnir hann. v9 Hann man seta á høvur títt yndisligan krans, prýða teg við dýrari krúnu.» v10 Lýð á, sonur mín, og tak við orðum mínum, tá munnu æviár tíni verða mong. v11 Eg vísi tær á vísdómsins veg, eg leiði teg á beinar gøtur. v12 Gongur tú tær, skal gongd tín ikki verða trong, og rennur tú, skalt tú ikki snáva. v13 Halt fast um áminningina, slepp henni ikki, varðveit hana, tí at hon er lív títt. v14 Kom tú ikki á gøtur teirra gudleysu, og gakk tú ikki tann vegin, ið vándir fara. v15 Lat hann vera, gakk ikki eftir honum, halt teg frá honum, og slepp tær undan! v16 Tí at teir fáa ikki sovið, uttan teir hava gjørt ilt, teir missa svøvnin, um teir ikki hava verið onkrum at meini. v17 Tí at teir eta gudloysis breyð og drekka órættar vín. v18 Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur. v19 Vegir teirra gudleysu eru eins og niðamyrkur, teir vita ikki, hvat teir snáva um. v20 Sonur mín, gev orðum mínum gætur, vend oyra tínum til talu mína. v21 Lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tey innast í hjarta tínum. v22 Tí at tey eru lív fyri teimum, ið finna tey, og heilsubót fyri alt teirra likam. v23 Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp. v24 Halt svik av munni burtur frá tær, lat fals av vørrum vera tær fjart. v25 Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnalok tíni horva bert fram fyri teg. v26 Slætta vegin fyri fótum tínum, lat allar leiðir tínar vera rættar. v27 Vík hvørki til høgru ella vinstru, halt fóti tínum burtur frá illum!