Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Orðtøk Sálomons, kapittul 5
Ávaring móti hori og áminning um trúskap
v1 Sonur mín, gev gætur eftir vísdómi mínum, vend oyra tínum at vitsku míni, v2 fyri at tú mást goyma hyggjuráð góð, og varrar tínar eiga kunnskap. v3 Tí at hunangur drýpur av vørrum annars mans konu, og hálari enn olja er gómur hennara. v4 Men í síðstuni verður hon beisk sum malurt, hvøss sum eitt tvíeggjað svørð. v5 Føtur hennara ganga niður til deyðans, spor hennara føra til heljar. v6 Hon gongur ikki eftir lívsins vegi, men vinglar ymsar leiðir og veit ikki, hvar hon fer. v7 Og nú, synir mínir, lýðið á meg, og víkið ikki frá tí, ið muður mín mælir! v8 Halt leið tína langt frá henni, kom ikki nær at húsdurum hennara, v9 at tú ikki mást geva øðrum æru tína, og ár tíni grimmum manni, v10 at fremmandir ikki mega mettast av ognum tínum, og tað, ið tú við strevi hevur vunnið, koma í annars mans hús, v11 og tú at endanum mást stynja, tá ið hold títt og likam er burturtært, v12 og siga: «Hvussu kundi eg hata aga, og hjarta mítt vanvirða áminning! v13 Hví lurtaði eg ikki eftir lærarum mínum og lýddi á teir, ið vegleiddu meg! v14 Eg tætt við var komin í størstu neyð mitt í mannfjøld, sum sat á tingi!» v15 Drekk tú vatn úr tínum egna brunni, rennandi vatn úr tíni egnu keldu! v16 Eiga keldur tínar at renna út um gøtur, áarløkir tínir út um torg? v17 Tær eina skulu tær tilhoyra, og ongum fremmandum við tær. v18 Vælsignað veri kelda tín, og gleð teg um títt ungdóms vív, v19 elskhugarhindina, yndisgaselluna. Barmur hennara altíð teg lívgi, og ást hennara altíð teg tøli! v20 Hví skuldi tú, sonur mín, tølast av annars mans konu, og fevna barmin á fremmandari konu? v21 Tí at fyri Harrans eygum eru hvørs mans vegir, og hann javnar allar hans gøtur. v22 Hin gudleysi verður fangaður í misgerðum sínum, verður fastur í syndabondum sínum. v23 Hann doyr vegna trot á aga, forferst fyri sín stóra dárskap.