Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 8
Vísdómurin talar
v1 Hoyrið, hvussu vísdómurin rópar, og vitskan letur reyst sína ljóða. v2 Uppi á hæddunum við vegin – har sum gøturnar møtast – hon stendur. v3 Við liðini, har sum gingið verður út úr bygdini, har sum gingið verður inn um dyrnar, rópar hon hátt: v4 Á tykkum, menn, eg kalli, og reyst mín ljóðar til menniskjunnar børn. v5 Tit fákunnu, vinnið tykkum klókskap, tit dárar, lærið tykkum skil. v6 Gevið ljóð, tí at eg tali tað, ið gott er; tað er beint, sum varrar mínar mæla. v7 Tí at sannleika talar gómur mín, og gudloysi býður mínum vørrum ímóti. v8 Rætt eru øll orðini av munni mínum, í teimum er einki fals ella svik. v9 Øll eru tey sonn fyri teimum klóku og rætt fyri teimum, ið vunnið hava klókskap. v10 Takið við áminning míni fram um silvur, og kunnskapi fram um útvalt gull. v11 Tí at vísdómur er betri enn perlur, og eingir dýrgripir eru móti honum. v12 Eg, vísdómurin, eri í felag við klókskapi, og kunnugleika um hyggjuráð eg havi. v13 At óttast Harran er at hata hitt illa; hugmóð og dramblæti og illa atferð og falsorðaðan munn eg hati. v14 Hjá mær eru ráð og dugur, eg eri vit, hjá mær er kraft. v15 Við mær ráða kongar, døma høvdingar rættvísar dómar. v16 Við mær stýra stjórnarmenn og furstar – allir dómarar á jørð. v17 Eg elski teir, ið elska meg; og teir, ið leita eftir mær, skulu finna meg. v18 Ríkdómur og heiður eru hjá mær, fyrndargamlar ognir og rættferð. v19 Ávøkstur mín er betri enn skærasta gull, og úrtøka mín betri enn útvalt silvur. v20 Eg gangi á rættlætis vegi, á miðjum rættferðar leiðum v21 fyri at veita teimum eyð, ið meg elska, og fylla goymslur teirra. v22 Harrin skapaði meg sum sítt fyrsta verk í forðum, áðrenn hann gjørdi nakað annað. v23 Frá ævunum eri eg settur inn, frá upphavi, áðrenn jørðin var til. v24 Áðrenn havdjúpini vóru til, varð eg føddur, tá ið ongar vatnmiklar keldur vóru til. v25 Áðrenn fjøllini vórðu søkt niður, undan heygunum varð eg føddur. v26 Áðrenn hann skapaði jørð og mark og tann fyrsta moldbøkk á foldum. v27 Tá ið hann skipaði himnunum, tá var eg har, tá ið hann setti hválvið yvir havdjúpið. v28 Tá ið hann festi skýggini í erva, tá ið havdjúpsins keldur fossaðu fram. v29 Tá ið hann setti mark fyri havinum, so at vatnið ikki fór longri, enn hann beyð, tá ið hann legði jarðarinnar grundvøll. v30 Tá var eg sum verkstjóri honum hjá, og eg var yndi hans dag eftir dag, eg leikaði mær fyri ásjón hans alla tíð. v31 Eg leikaði mær á jarðarkringi hans og hevði yndi mítt av menniskjunnar børnum. v32 Og nú, synir mínir, lýðið á meg, tí at sælir eru teir, ið fylgja mínum vegum. v33 Lýðið á aga, so at tit verða vísir, og koyrið hann ikki burtur frá tykkum. v34 Sælur er maður, ið lýðir á meg, so at hann dag og dagliga vakir við mínar dyr og goymir durastavar mínar. v35 Tí at tann, ið meg finnur, finnur lívið og nýtur av Harranum signing. v36 Men tann, ið meg missir, skaðar seg sjálvan, allir, ið meg hata, elska deyðan.