Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 1
Óskynsemi fólksins
v1 Sjónin, sum Jesaja Ámozson sá um Júda og Jerúsalem á teimum døgum, tá ið Uzzia, Jótam, Ákaz og Ezekias vóru kongar í Júda.
v2 Hoyrið tit himnar, og gev ljóð tú jørð, tí at Harrin talar: Børn havi eg fostrað og alt tey upp, men tey hava slitið trúnað við meg. v3 Oksin kennir ánara sín og asnin krubbu húsbónda síns, men Ísrael veit einki, fólk mítt kann einki fata.
v4 Vei hini syndafullu tjóð, tí fólki, sum misgerðir níva, avkomi illgerðarmanna, spillunnar børnum. Harran hava tey sagt burtur, vanmett hin heilaga í Ísrael og vent honum bakið. v5 Hvat batar tykkum fleiri høgg, tá ið tit bert verða treiskari? Høvdið er alt tey beru sár, og hjartað alt er sjúkt. v6 Frá iljum til hvirils er einki heilt, rípur og skeinur og opin sár, sum ikki verða kroyst og ikki verður bundið um ella linnað við olju. v7 Land tykkara liggur í oyði, borgir tykkara í øsku, og akurlendi tykkara oyða fremmandir fyri eygum tykkara, ein oyðing, sum tá ið Sódoma varð kollvelt. v8 Einans Zions dóttir er eftir eins og varðkroysa í víngarði, eins og vøkuskáli í águrkgarði, ja, eins og kringsett borg. v9 Hevði ikki Harri herliðanna unt okkum eina leivd, tá høvdu vit nærum verið sum Sódoma, ja, Gómorru líkir.
Ikki offur, men rættferð
v10 Hoyrið orð Harrans, tit høvdingar Sódomu! Lýð á leiðbeining frá Guði várum, tú Gómorru fólk! v11 Hvat leggi eg í tykkara mongu sláturoffur? sigur Harrin. Eg eri mettur av veðrabrenniofrum og mørum av gøddum djórum; blóð av tarvum, lombum og havrum dámar mær ikki. v12 Tá ið tit koma fram fyri ásjón mína, hvør krevur tá hetta av tykkum, at tit traðka niður forgarðar mínar? v13 Berið ikki fram fleiri fánýtt grónoffur; tey eru mær ein andstyggiligur offurroykur. Sólkomudagar, hvíludagar og veitslufundir – eg torgi ikki órætt og hátíðarstevnu. v14 Sólkomudagar og hátíðir tykkara hatar sál mín; tær eru mær ein byrði, sum eg eri móður av at bera. v15 Og tá ið tit bønandi breiða út hendur tykkara, lati eg eygu míni aftur fyri tykkum; og hvussu mangar bønir tit biðja, vil eg kortini ikki hoyra tykkum, tí at hendur tykkara eru fullar av blóði. v16 Tváið tykkum, reinsið tykkum og fáið illgerðir tykkara burtur frá ásjón míni; lættið av tí illa. v17 Lærið at gera tað góða, leggið dent á tað, sum rætt er, hjálpið neyðstøddum, fremjið rættin hjá faðirloysingum og verjið mál einkjunnar.
Revsidómur – frelsa
v18 Komið, latum okkum fara fyri rættin, sigur Harrin. Um syndir tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull. v19 Eru tit lýdnir og hoyriligir, skulu tit njóta góðgæti landsins. v20 Men berast tit undan og verða tvørlyndir, tá skulu tit týnast fyri svørði, tí at muður Harrans hevur talað.
v21 Hvussu ber tað til, at hon er vorðin skøkja, hin trúfasta borg Zion, so full av rætti? Rættlæti búði hjá henni, og nú – drápsmenn! v22 Silvur títt er vorðið at ilskubøklum, vín títt tynt við vatni. v23 Høvdingar tínir eru uppreistarmenn, í hóslagi við tjóvar; allir elska teir mutur og tráa eftir gávum, men hugsa ikki um at fremja rættin hjá faðirloysingum og verja mál einkjunnar. v24 Tí sigur Harrin, drottin herliðanna, Ísraels veldigi: «Vei, tí at eg svali vreiði mína á mótstøðumonnum mínum og hevni meg inn á fíggindar mínar. v25 Nú rætti eg hond mína móti tær og reinsi í ovninum ilskubøklarnar úr tær og skilji alt blýggið frá. v26 Eg gevi tær aftur dómarar sum í forðum og ráðgevar sum í upphavi; tá skalt tú aftur eita rættferðarstaður, hin trúfasta borgin.» v27 Zion skal verða loyst við rætti og við rættferð teir, sum í henni hava vent við. v28 Men í sorl fari allir gudleysir og syndarar! Teir, ið svíkja Harran, skulu týnast.
v29 Tí at skomm skulu tit fáa av eikjunum, ið tit elskaðu, og verða til skammar fyri viðalundirnar, ið tykkum væl dámdi; v30 eins og eik við følnaðum leyvi skulu tit verða, eins og vatnleys viðalund. v31 Hin sterki skal verða at strýggi og verk hans at neista; eldur skal koma í bæði og eingin sløkkja.