Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 10
Móti ringum lógsmiðum
v1 Vei teimum, ið seta saman ranglætis lógir og ídnir rita órættin upp í bók v2 til tess at reka tey fátæku av tingi og ræna rættin frá neyðstøddum í fólki mínum, so at einkjur verða herfongur hjá teimum og faðirloysingar rán. v3 Men hvat vilja tit gera á revsingardegnum, tá ið oyðingin kemur úr fjarlegd? Á hvønn skulu tit víkja um hjálp; hvar fara tit tá at krógva tykkara eyð? v4 Tá er annaðhvørt at níga millum fjøtraða manna ella lúta millum vigna manna. Men hóast alt hetta linnar ikki vreiði hans; enn er hond hans útrætt.
Profetorð um, at Assur skal týnast
v5 Vei Assur, mínum vreiðinnar koyrli, vreiði mín er stavurin í hondum hans! v6 Eg sendi hann móti gudleysari tjóð; móti fólki, sum eg eri grammur, búgvi eg hann út til tess at ræna, taka herfong og traðka tað niður eins og sóp í túni. v7 Men hann skilti tað øðrvísi, hjarta hans hugsaði ikki so. Nei, hugur hansara stundaði á at oyða og týna mangar tjóðir. v8 Tí at hann sigur: «Eru ikki allir mínir høvdingar kongar? v9 Var ikki við Kalno eins og við Karkemisj? Gekst ikki Hámat eins og Arpad, Sámáriu eins og Dámaskus? v10 Tá ið hond mín hevur rokkið hesum kongaríkjum, tó at gudamyndir teirra vóru fleiri enn í Jerúsalem og Sámáriu, v11 man eg ikki tá kunna fara við Jerúsalem og avgudum hennara á sama hátt, sum eg fór við Sámáriu og avgudum hennara?» v12 Men tá ið Harrin hevur lokið verk sítt á Zions fjalli og í Jerúsalem, tá heimsøki eg ávøkstin av hugmóði Assýriu kongs og dramblætið í hástóra eygnabragdi hans, v13 av tí at hann sigur: «Við míni sterku hond havi eg útint hetta í vísdómi mínum, tí at eg eri hyggin; eg flutti markaskil tjóðanna, rændi fælutir teirra og rindi sum alvaldur monnum úr hásæti teirra. v14 Tjóðanna eyði hond mín røkk, sum var tað fuglareiður, eins og egg, ið fuglurin er flogin av, svá havi eg savnað saman øll lond; eingin kveistraðist ella opnaði nevið til at láta.» v15 Man øksin erpa sær upp ímóti honum, ið høggur við henni, ella man sagin bretta sær av honum, ið sagar við henni? Alt eins og sprotin vildi reiggja honum, ið hevjar hann, og stavurin lyfta upp tann, sum ikki er av træ. v16 Tí skal Harrin, drottin herliðanna, senda tæring í fiti hans, og undir dýrd hans skal eldur loga sum av brennandi báli; v17 ljós Ísraels skal verða at eldi og hin heilagi tess at eldsloga; á einum degi skal hann brenna upp og oyða tistlar og tornir hans. v18 Og dýrmæta skóg og aldingarð hans skal hann oyða á svaðasvørði; hann skal verða eins og sjúklingur, ið kemur burtur í einki. v19 Lætt verður at telja tey trø, sum eftir verða í skógi hans; óviti kann at skriva tey upp.
Dómur teirra órættvísu
v20 Á tí degi skulu leivdirnar av Ísrael og tey, sum undan komast í Jákups húsi, ikki meira styðja seg við hann, ið sló tey, men við Harran, hin heilaga Ísraels, í sannleika. v21 Ein leivd skal venda við, ein leivd av Jákupi, til hin veldiga Guð. v22 Tí at um fólk títt, Ísrael, var sum sandur við sævarflóð, skal tó bert ein leivd av tí venda við. Avrádd er oyðingin, kemur fossandi við rættvísum endurgjaldi. v23 Tí at avrádda oyðing man Harrin, drottin herliðanna, fremja um alla jørðina.
Dómur yvir Assur
v24 Tí sigur Harrin, drottin herliðanna, svá: «Tú fólk mítt, sum býr á Zion, óttast ikki Assur, um hann slær teg við sprotanum og reiggjar stavinum ímóti tær, eins og Egyptar gjørdu; v25 tí at um lítið bil er vreiðin linnað av, og tá stundar bræði mín á oyðing teirra.» v26 Tá reiggjar Harri herliðanna koyrlinum móti teimum, eins og tá ið hann vá Midianitar við Óreb-klettin; og stavur hans er útrættur yvir havið; og hann hevur hann á lofti eins og móti Egyptalandi á sinni. v27 Á tí degi tekur hann byrðina av herðum tínum og okið av hálsi tínum; ja, av ovurfiti skal okið brotna.
Miseydnaða herferð Assurs móti Jerúsalem
v28 Hann heldur leið síni móti Ajjat, fer um Migron, letur viðførið eftir í Mikmas. v29 Teir fara yvir um skarðið: «Í nátt gista vit í Geba.» Ráma skelvur, Sáuls Gibea flýggjar. v30 Hevja neyðarróp, Gallims dóttir! Lajsja, lýð tú á! Ánatot, tak tú undir! v31 Madmena er longu flýdd; í Gebim bólføra teir ognir sínar. v32 Longu í dag stendur hann í Nób, veittrar við hondini móti Zions fjalli, móti Jerúsalems heyggi. v33 Men herviliga høggur tá Harrin, drottin herliðanna, leyvkrúnu hansara av; hinir stoltu træbularnir støkka, hini hávaksnu trøini lúta. v34 Við øksini ruddar hann skógarins runnar; Libanon fellur fyri hinum veldiga.