Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 11
Messias og ríki hans
v1 Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram og angi av rótum hans bera frukt. v2 Og andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi kunnskapar og ótta Harrans. v3 Hugnaður hans skal vera í ótta Harrans; hann skal ikki døma eftir tí, sum eygu hans síggja, og ikki skipa rætt eftir tí, sum oyru hans hoyra. v4 Við rættvísi skal hann døma hini fátæku og skipa rætt við rættlæti fyri hinum neyðstøddu í landinum; hann skal sláa yvirgangskroppin við sprota muns síns og drepa hin gudleysa við anda varra sína. v5 Rættferð skal vera belti um lendar hans og trúskapur belti um mjadnar hans. v6 Tá skal úlvurin búgva hjá lambinum og pantarin liggja í felagi við geitarlambinum, kálvar, ungljón og alidjór ganga saman, og ein smádrongur skal gæta tey. v7 Kúgv og bjørn skulu ganga á beiti saman; og ungar teirra skulu liggja á bóli saman; og ljónið skal eta hoyggj eins og neyt. v8 Bróstabarnið skal spæla við holuna hjá høggorminum, og barnið, sum beint er avvant, skal stinga hond sína inn í holið hjá basiliskinum. v9 Á øllum mínum heilaga fjalli skulu menn einki ilt gera og ongan skaða valda, tí at jørðin er full av kunnleika Harrans, eins og vatnið fjalir havsins botn. v10 Á tí degi skulu heidningarnir spyrja eftir rótarkvistinum av Ísai, sum stendur sum hermerki fyri fólkini; og bústaður hans skal verða dýrligur.
Spádómur um heimkomu Ísraelsmanna
v11 Á tí degi man Harrin aftur rætta út hond sína og vinna sær aftur tær leivdir, ið eftir eru av fólki hans, úr Assur, úr Egyptalandi, úr Patros, úr Blálandi, Elam, Sjinear, Hámat og av havsins strondum. v12 Hann skal reisa hermerki fyri tjóðirnar og henta saman hinar burturriknu menn úr Ísrael og savna úr heimsins fýra hornum Júdakvinnur, ið vóru spjaddar um. v13 Tá skal øvund víkja úr Efraim og fíggindskapur Júda hvørva; Efraim skal ikki øvunda Júda og Júda ikki hava meinhuga móti Efraim. v14 Móti vestri skulu teir skjóta seg niður á herðar Filista, og saman herja teir á eysturlendingar; á Edóm og Móab skulu teir leggja hond, Ammonitar verða teimum lýdnir. v15 Tá skal Harrin turka upp Níláarósan og bregða hondini yvir Ánna av sterkum móði og skifta hana sundur í sjey løkir, so at menn ganga turrskøddir yvirum. v16 Og vegur skal verða lagdur fyri leivdum fólks hans, ið undan komast úr Assur, eins og tað var fyri Ísrael, tá ið teir fóru úr Egyptalandi.