Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 13
Spádómur um fall Bábelborgar
v1 Spádómur um Bábel, sum birtist fyri Jesaja Ámozsyni: v2 Reisið hermerki á skógarleysum fjalli, rópið á teir hátt og veittrið til teirra um at ganga inn um borgarlið veldismanna. v3 Eg havi sjálvur búgvið út vígdu hermenn mínar til at inna mítt vreiðinnar verk og havi kallað á kappar mínar, hinar hástóru og kátu. v4 Hoyrið tysjan á fjøllunum eins og av nógvum fólki! Hoyrið róm av tjóðum, av tjóðflokkum, ið fylkja seg. Harri herliðanna kannar herlið sítt. v5 Úr fjarløgdum landi teir koma frá himinsins ytstu rond, Harrin og vreiðinnar amboð hans, til at týna jørðina alla. v6 Venið, tí at dagur Harrans er í nánd, sum oyðing hann kemur frá hinum alvalda. v7 Tí maktast allar hendur, og hvørjum manni bilar hugur. v8 Teir ønskrast, nívast av verkum og kvølum, eymka seg sum kona í barnferð; bilsnir bína teir hvør at øðrum, sprotareyðir um kjálkar. v9 Harrans øgiligi dagur kemur við bræði og brennandi vreiði; jørðina hann leggur í oyði og týnir syndarar hennar. v10 Tí at himinsins stjørnur og stjørnumerki lýsa ikki frá sær; svørt rísur sólin, og mánin letur ikki ljós sítt skína. v11 Eg revsi jarðarríkið fyri vándsku tess og hinar gudleysu fyri misgerðir teirra, boyggi hugmóð hinna dramblátu og beini fyri stórlæti valdsharranna. v12 Menn geri eg sjáldsýndari enn skíragull og lati vera meira av Ofirgulli enn av fólki. v13 Tessvegna skelva himnarnir, og jørðin skakast úr grund fyri vreiði Harra herliðanna á deginum, tá ið bræði hans brennur. v14 Sum skelkaðar skógargeitir og seyðir, ið ikki verða savnaðir, skulu tey leita hvør til fólks síns og flýggja hvør heim aftur í land sítt. v15 Hvør afturfingin skal verða gjøgnumstungin og hvør fangaður falla fyri svørði. v16 Beint fyri eygum teirra verða smábørn teirra morlað, hús teirra rænd og konur teirra neyðtiknar. v17 Sí, eg øsi upp ímóti teimum Mediumenn, ið lítilsvirða silvur og einki leggja í gull. v18 Bogar teirra bana teimum ungu; teir eira ongum móðurlívsbarni, og smábørn eymka teir ikki. v19 Og tað skal verða við Bábel, hesum prýði fyri kongaríkjum, Kaldeanna hástóru tign, sum tá ið Guð legði Sódomu og Gómorru í øsku. v20 Allar ævir skal hon vera óbygd, ætt eftir ætt skal eingin koma hagar; Árábar skulu ikki tjalda har, og eingin hirði skal har savna seyð sín. v21 Urðarkøttir skulu hølast har og húsini fyllast við uglum; har skulu strutsarnir reiðrast og skógartrøllini vappa, v22 sjákálar grenja í skreythøllum og úlvar í gleðiskálum hennara; ja, tími hennara nærkast, dagar hennara líða.