Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 14
Endurreising Ísraels
v1 Tí at Harrin skal miskunna Jákupi, aftur útvelja Ísrael og lata tey búgva í sínum egna landi; tá skulu fremmandir sameinast við tey og binda felag við Jákups hús. v2 Tjóðirnar skulu taka tey og flyta tey aftur í heimstað teirra; og har, í landi Harrans, skal Ísraels hús taka sær tjóðirnar til ognar sum trælir og trælkvendi og soleiðis hertaka tey fólk, ið hertóku tey, og valda kúgarum sínum. v3 Og tá ið Harrin hevur veitt tær hvíld undan møði tíni og ónáðum og undan tí trælastrevi, sum tú hevur verið nívdur av,
Spottkvæði um Bábel
v4 tá skalt tú kvøða henda tátt um Bábel-kong og siga: Hvør tigandi er nú kúgarin vorðin, so kvirt í pínsluhølinum! v5 Brotið hevur Harrin stav hinna gudleysu, valdsmannanna sprota, v6 sum í vreiði bardu av tjóðir við høggum uttan íhald og kúgaðu tjóðflokkar í eirindaleysari bræði. v7 Øll jørðin hevur nú frið og náðir, hevjar fagnaðarljóð; v8 sjálvt sypristrøini gleðast yvir teg, Libanons sypristrø: «Tá, ið tú ert feldur, kemur eingin niðan at fella okkum.» v9 Tín vegna er stákan har niðri í helheimi til tess at taka ímóti tær; tín vegna vekur hann deydningar allar, ið einaferð reystastir vóru á foldum, rekur allar tjóðkongar úr hásætum teirra. v10 Teir taka allir til orða og siga við teg: «Eisini tú ert máttleysur vorðin eins og vit, vorðin okkum líkur!» v11 Skreyt títt og tínar ljómandi hørpur eru farin niður til heljar; ormar eru breiddir undir teg, og maðkar eru áklæði títt. v12 Á, hvør ert tú fallin av himni, tú ljómandi morgunstjørna, rindur til jarðar, tú kúgari alra tjóða! v13 Tú, sum segði í tínum hjarta: Eg skal stíga upp til himna, reisa mítt hásæti hátt yvir stjørnum Guðs og sessast á tingfjalli gudanna, dygst í norðuri, v14 hevjast upp um skýggjanna hæddir, verða líkur hinum hægsta! v15 Nei, til heljar skalt tú verða rind oman dygst niður í gravardýpið. v16 Teir, ið bera eyga við teg, hyggja at tær og undrast: «Er hetta maðurin, sum skakaði jørðini, so ríkini skulvu, v17 sum gjørdi jarðarríkið at oyði, breyt niður borgir tess, og gav ikki fangum sínum heimferðarloyvi?» v18 Tjóðanna kongar liggja virðiliga jarðaðir hvør í sínum húsi, v19 men tú liggur ógrivin, burturtveittur eins og vanvirdur burður, ið ikki er komin á tíð, díktur undir í vignum svørðstungnum monnum, tveittur niður í grótholu eins og sundurtraðkað ræ. v20 Saman við fedrum tínum skalt tú ei fáa grøv, tí at tú hevur oytt land títt og dripið fólk títt; tílíkt avkom illgerðarmanna skal um ævir ei verða nevnt. v21 Latið synir hansara bløða fyri misgerðir fedra teirra; ikki skulu teir sleppa á føtur til at leggja undir seg jørðina, ei heldur fylla jarðarkringin við borgum. v22 Eg rísi upp ímóti teimum, sigur Harri herliðanna, og oyði úr Bábel bæði navn og leivdir, bæði gróðurnálir og kvistar, sigur Harrin. v23 Eg gevi hegrum hana til ognar og lati hana verða at vatnsmýrum; við oyðingarinnar kveistri skal eg sópa hana burtur, sigur Harri herliðanna.
Fall Assýriu
v24 Svorið hevur Harri herliðanna og sagt: «Vissuliga skal tað, sum eg havi hugsað, ganga út, og tað, sum eg havi avrátt, skal sannast: v25 Í landi mínum skal eg sorla Assur og traðka hann sundur á fjøllum mínum; tá skulu teir sleppa undan oki hans, og byrðar hans verða tiknar av herðum teirra. v26 Hetta er tað, sum eg havi avrátt móti allari jørðini. Hetta er tann hond, sum útrætt er móti øllum tjóðum! v27 Og ráð Harra herliðanna, hvør ger tað til einkis? Og hondin, sum er útrætt, hvør slær hana burtur?
Hóttan móti Filistum
v28 Tað árið, sum Ákaz kongur doyði, birtist hesin spádómur: v29 Fegnast ikki alt Filistaland um, at stavurin, ið sló teg, er brotin, tí at høggormur kemur úr ormsins rót, og av honum sprettur fljúgvandi dreki. v30 Armingarnir skulu vistir njóta, og hini fátæku búgva uttan ekka; men avkom títt lati eg doyggja av hungri og drepi tínar síðstu leivdir. v31 Eymka teg borglið, vena teg borg, komi ræðsla á teg alt Filistaland! Tí at norðaneftir kemur roykur, í fylkingum fíggindans er eingin, ið dragnar afturúr. v32 Men hvat skal verða svarað ørindreka fólksins? At Harrin hevur grundfest Zion, at tey neyðstøddu í fólki hansara har eiga skjól.