Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 15
Spádómur um Móab
v1 Spádómsorð um Móab: Ja, vunnin á nátt og avoydd er Ar í Móab, ja, vunnin á nátt og avoydd er Kir í Móab. v2 Dibons dóttir heldur til fjals at gráta, Móab seg venar uppi á Nebo og í Medeba, hvørt høvur er berskøllut, hvørt skegg avrakað. v3 Í túnum og uppi á tekjum teir ganga við sekki um lendar, á torgunum vena teir allir í sjóðheitum gráti. v4 Hesjbon og Eleale rópa so hátt, at tað hoyrist til Jáhaz; tí skelva Móabs lendar, tí bilar honum hugur. v5 Hjartað í Móab nøtrar; flóttamenn hansara halda til Zóar, til Eglat-Sjelisjija; ja, grátandi fara teir niðan kleivina við Luhit og hevja neyðarróp eftir vegnum til Hóronáim. v6 Og Nimrims vøtn verða at reyni, tí at grasið følnar, urtirnar doyggja, og alt grøngresi hvørvur. v7 Tessvegna taka teir bólførdu ognir sínar og flyta tær yvir um Pílviðará. v8 Ja, neyðarrópið hoyrist um alt Móabs land, venanin ljóðar alt til Egláim og Beer-Elim. v9 Tí at full av blóði eru Dímonarvøtn. Men meira lati eg enn koma yvir Dímon: Ljón yvir teir, sum undan komust av Móab, og teir, sum í landinum eru eftir.