Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 16
Móab skal til einkis biðja Ísrael um hjálp
v1 Landsins harrar senda gávur frá Sela gjøgnum oyðimørkina til fjals Zions dóttur. v2 Eins og flákrandi fuglar, eins og ungar koyrdir úr reiðri, soleiðis eru Móabs døtur við vaðini um Arnon. v3 «Kom við ráðum og veit hjálp; ger á alljósum degi skugga tín eins og náttina, lív hinum burturriknu, gev ikki flóttamannin upp. v4 Gev hinum burturriknu av Móab vist hjá tær; ver teimum skjól móti honum, ið herjar. Tí at er valdsmaðurin týndur og sorlanin at enda, og oyðarin oyddur úr landinum, v5 tá man í miskunn hásætið verða grundfest, og á tí við trúfesti situr í Dávids tjaldbúð dómari, sum skipa skal rættin og stunda á rættlæti. v6 Vit hava hoyrt um Móabs hugmóð, hitt ovurmikla, um yvirhuga, dramblæti og stórlæti og alt hans fánýtta skról.»
Harmljóð um trongd Móabs
v7 Tessvegna venar seg Móab um Móab, øll vena seg; Kir-Háresjets vínberjakøkur eymka tey, øll í sori. v8 Tí at følnað er akurlendi Hesjbons og vínviður Sibma, hvørs vínber beindu fyri tjóðanna harrum, og hvørs vínberja greinar rukku til Jázer, breiddu seg allar vegir um reynið og toygdu seg yvir um havið. v9 Tessvegna gráti eg Jázers grát yvir víntræ Sibma; væti við mínum tárum Hesjbon og Eleale, tí at yvir aldin tín og akrar hevjar fíggindin sigursróp. v10 Úr aldingørðunum er horvin fagnaður og kæti, í víngørðum hoyrast ei songir og fagnaðarljóð; í vínfargi treður eingin vínber, og fagnaðarróp eru tagnað. v11 Tí titrar mín barmur sum sittarastrongur vegna Móabs og mítt hjarta fyri sakir Kir-Heres. v12 Og um Móab fær strevað seg niðan á offurheyggin og inn í halgidómin at biðja, avrikar hann kortini einki.
Profetorð um týning Móabs
v13 Hetta er orðið, sum Harrin talaði um Móab í forðum. v14 Men nú sigur Harrin: Um trý ár – so sum bønarmansins ár verða tald – skal Móabs heiður við øllum sínum hámiklu fjøldum ósømd fáa; og tað, sum eftir verður, skal verða lítið og fáment og einkisvert.