Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 18
Orð til Blámanna
v1 Hoyr, tú land við surrandi veingjum hinumegin Blálands áir. v2 Tú, sum býrt út sendimenn yvir havið í sevbátum yvir vøtnini: Tit fljótu ørindrekar, farið til hitt hávaksna, glæsiliga fólkið, til tjóðir, sum ræðslan so víðan stendst av, til hitt ovursterka fólkið, ið traðkar alt undir fótum, og gjøgnum land tess renna áirnar. v3 Øll tit, ið heimin byggja, og búgva á jørð! Hyggið eftir, tá ið hermerkið verður reist á fjøllum, og lurtið, tá ið lúðurin verður blástur. v4 Tí at so hevur Harrin sagt við meg: «Eg vil líta at í kvirru frá bústaði mínum, meðan loftið er glóðheitt av sól, meðan døggin er mikil um kornskurðartíð.» v5 Tí at áður enn upptøkan kemur, tá ið blóming er at enda, og staðið vínber er komið av blómuni, tá høggur hann vínviðargreinarnar av við knívinum, kappar gróðurangarnar og tveitir teir burtur. v6 Allir verða teir givnir ránsfuglum fjallanna og djórum jarðarinnar, ránsfuglunum til føðslu á sumri og øllum jarðarinnar djórum til matna, tá ið veturin kemur.
Blámenn skulu senda gávur til tempul Harrans
v7 Á teirri tíð skulu gávur verða fluttar Harra herliðanna frá hávaksnari, glógvandi tjóð, frá tjóð, ið so víðan ræðsla stendst av, hini ovursterku tjóð, ið traðkar alt undir fótum, og gjøgnum land hennara renna áirnar – til staðin, har navn Harra herliðanna er, til Zions fjals.