Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 19
Orð um Egyptaland
v1 Spádómsorð um Egyptaland. Sí, Harrin ekur á lættum skýggi, kemur til Egyptalands; fyri honum skelva Egyptalands gudar, og hjartað bráðnar í brósti á Egyptum. v2 Eg øsi Egyptar upp ímóti Egyptum, so at teir berjast bróðir við bróður, vinur við vin, borg ímóti borg og ríki móti ríki. v3 Andin hvørvur úr brósti Egypta, ráð teirra geri eg til einkis, so at teir leita sær ráð við falsgudar og gandakallar, við dreygar og spásagnarandar. v4 Eg gevi Egyptar upp í hendur á harðrendum harrum, og grimmur kongur skal teimum valda, sigur Harrin, drottin herliðanna. v5 Vatnið í havinum trýtur, og flóðin grynnist og tornar upp, v6 løkirnir rúka rotnir, Egyptalands áir minka og torna; sevið og vatngresið følnar. v7 Alt grasið við Níláarbakkarnar doyr, alt sáð fram við Nílánni følnar, fýkur avstað og hvørvur. v8 Tá munnu fiskimenninir syrgja, allir, ið varpa ongul út í Nílánna, suffa, og teir, ið kasta nót, standa hugstoyttir við havið. v9 Til skammar verða teir, ið virka lín, allar vevkonur og bindingarkonur blikna, v10 spunamenninir verða fyri ongum, hugstoyttur er hvør bønarmaður. v11 Ja, fákunnir eru Zóans høvdingar, hinir vitrastu av ráðgevum Fáraos geva býttlingaráð. Hvussu kunnu tit siga við Fárao: «Eg eri vísmannasonur, komin av fyrndarkongum.» v12 Men, hvar eru nú vísmenn tínir? Teir áttu nú at sagt tær og latið teg vita, hvat ið Harri herliðanna hevur rátt av um Egyptaland. v13 Nei, býttlingar eru Zóans høvdingar, og tøldir eru veldisharrarnir í Nof. Teir, sum vóru hornasteinar ættanna, hava vilt Egyptar av leið. v14 Harrin hevur helt í teir ørvitisanda, so at Egyptar av teirra ávum vingla í øllum verkum sínum eins og fullur maður sløðrar í síni spýggju. v15 Einki skal hepnast Egyptum, hvørki tað, ið høvur ella hali, sev ella pálmi tekur sær fyri. v16 Á tí degi verða Egyptar eins og konur; teir skulu nøtra og skelva fyri hini hevjaðu hond, sum Harri herliðanna hóttandi hevjar móti teimum. v17 Tá verður Júdaland Egyptum til ræðslu, og hvørja ferð teir verða mintir á tað, skelva teir fyri tí ráði, sum Harri herliðanna leggur upp ímóti teimum. v18 Á tí degi skulu fimm borgir í Egyptalandi tala Kánáans tungumál og svørja við Harra herliðanna; ein teirra skal eita Ir-Háheres. v19 Á tí degi skal altar verða Harranum reist í miðjum Egyptalandi og merkissteinur við landamark tess. v20 Tað skal verða til tekins og vitnisburðar um Harra herliðanna í Egyptalandi; tá ið teir rópa til Harrans undan kúgarunum, man hann senda teimum hjálpara, ið skal stríða fyri teimum og bjarga teimum. v21 Tá verður Harrin Egyptalandi kunnur, og Egyptar skulu á tí degi kenna Harran og dýrka hann við sláturofrum og grónofrum og streingja Harranum heiti og fremja tey. v22 Harrin skal sláa Egyptaland, sláa og eisini grøða, tí at tá ið teir snúgva sær til Harrans, man hann bønhoyra og grøða teir. v23 Á tí degi skal lagdur vegur liggja frá Egyptalandi til Assurlands, og Assurmenn skulu koma til Egyptalands, og Egyptar til Assurlands, og saman skulu teir tilbiðja Harran. v24 Á tí degi skal Ísrael verða sjálvur triði saman við Egyptalandi og Assurlandi – verða á miðjari jørðini ein signing, v25 ið Harri herliðanna skal vælsigna við hesum orðum: «Signað veri fólk mítt, Egyptaland og Assurland, handaverk mítt, og Ísrael, arvalutur mín.»