Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 21
Spádómur um fall Bábelborgar
v1 Spádómsorð um havoyðuna: Eins og hvirlur fara fram gjøgnum suðurlandið, kemur tað úr oyðimørkini, hinum ræðuliga landi. v2 Ræðulig sjón mær birtist: «Ránsmenn ræna, hermenn herja. Fram, Elamitar! Gerið álop, Medar! Eg geri enda á allari stynjan!» v3 Tessvegna skelva lendar mínar; verkir koma á meg eins og á konu í barnferð; eg eri deyvur av angist og blindur av ræðslu. v4 Mítt hjarta er ráðaleyst, ræðsla er dáttliga yvir meg komin; hin áður so hugnaliga skýming elvir mær nú ønskran. v5 Borðið er dúkað, høgindi løgd; teir eta og drekka: «Upp nú høvdingar, skildirnar smyrjið!» v6 Tí at so segði Harrin við meg: «Far og set út varðmann; hann skal boða frá tí, sum hann sær. v7 Og ber hann eyga við reiðmannaskara, reiðmenn tveir og tveir, ein skara av asnum og annan av kamelum, tá skal hann lurta gjølla eftir.» v8 Og hann rópaði: «Sí, Harri, á varðbergi eg standi allan dagin, á sjónar hóli mínum nátt eftir nátt.» v9 Men sí, tá kom reiðmannaskari, reiðmenn tveir og tveir. Teir rópaðu: «Fallin, fallin er Bábel! Allar gudamyndir hennara liggja sorlaðar á jørðini!» v10 Mítt sorlaða, sundurtreskta fólk! Tað, sum eg havi hoyrt frá Harra herliðanna, Ísraels Guði, havi eg nú kunngjørt tykkum.
Orð til Edóms
v11 Spádómsorð um Duma: Tað rópar til mín frá Se'ir: «Vøkumaður, hvat líður náttini? Vøkumaður, hvat líður náttini?» v12 Vøkumaðurin svarar: «Morgunin kemur, men enn er nátt. Vilja tit vita tað, komið tá aftur og spyrjið.»
Fall Árábanna
v13 Spádómur um Árábiu: Gistið á nátt á skógi í Árábiu, tit Dedans keypferðamenn. v14 Komið við vatni ímóti hinum tystu, tit, sum búgva í Temalandi, farið út við breyði til teirra, sum flýggja. v15 Tí at teir flýggja undan svørðinum, undan bregðaðum svørði, á flótta undan spentum boga og undan harðari orrustu. v16 Tí at so hevur Harrin sagt við meg: «Enn eitt ár – eins og bønarmaðurin roknar árið – og tá skal einki vera eftir av Kedars dýrd, v17 og fáir verða bogarnir eftir hjá Kedars kappum, tí at Harrin, Ísraels Guð, hevur talað.»