Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 24
Dómur yvir heimin
v1 Sí, Harrin tømir jørðina og oyðir hana, broytir ásýnd hennara, og sundrar tey, sum á henni búgva. v2 Tá skal gangast presti og fólki eins og húsbónda og træli hans; húsfrúgv eins og trælkonu; keypara eins og seljara; honum ið veitir lán eins og honum, ið tekur lán, og okrara eins og skuldara hans. v3 Jørðin skal verða tømd og rænd, øll sum hon er, tí at Harrin hevur talað hetta orð. v4 Jørðin fánar og fúnar, heimurin følnar og fúnar, jarðarinnar heyggjar følna. v5 Jørðin er vanhalgað undir fótum teirra, ið á henni búgva; tí at lógir hava teir brotið, vanmett fyriskipanir og slitið hin æviga sáttmálan. v6 Tessvegna oyðir illbiðing jørðina, og tey, sum á henni búgva, noyðast at bøta. Tessvegna farast íbúgvar jarðarinnar av hita, og fátt verður eftir av fólki.
Stórur staður skal oyðast
v7 Vínberjaløgurin syrgir, vínviðurin følnar; nú stynja allir, sum áður vóru hjartansglaðir. v8 Tagnað er glymskálanna gleðiljóð, hávi hinna glaðu lættir av, tagnaður er gleðirómur sittarans. v9 Teir sita nú ikki og syngja við vínsteypið, beiskur kenst vínløgurin teimum, ið hann drekka. v10 Sorlað liggur borgin og avoydd; hvørt hús er stongt, so ikki kemst inn. v11 Á gøtunum er eymkan vegna víntrot; øll gleði er horvin, allur gleimur farin úr landinum. v12 Oyðan eina er eftir í borgini og borgarliðið høgt í spønir.
Heimkoma Ísraelsmanna
v13 Tí at so skal verða á jørðini í miðjum tjóðunum, eins og tá ið oljuber verða niðurskakað, eins og tá ið vínberjahenting fer fram. v14 Tá hevja tey fagnaðarljóð og fegnast yvir hátign Harrans og rópa úr vestri: v15 «Ærið tit tessvegna Harran um eysturleiðir, navn Harrans, Ísraels Guðs, á havsins strondum!» v16 Uttast av jørðini hoyrdu vit lovsong: «Sælur er nú hin rættvísi!» Tá segði eg: «Á, eg eymi! Á, eg eymi! Vei mær!» Nú ræna ránsmenn! Ja, rán ræna ránsmenn! v17 Ræðsla, grøv og snerra komi yvir teg, sum á jørðini býrt, v18 og tann, sum flýggjar undan ræðsluni, skal falla í gryvjuna, og tann, sum sleppur sær upp úr gryvjuni, skal verða fastur í snerruni.
Dómur yvir heimin
Tí at himinsins lúkur verða latnar upp, og jarðarinnar grundir skakast. v19 Jørðin brestur og klovnar, jørðin sorlast og sorast, jørðin skelvur og skakast. v20 Ja, jørðin sløðrar, eins og fullur maður vinglar higar og hagar, eins og vøkuskýli; tungt liggur á henni misbrot hennara, hon er fallin og sleppur ikki aftur á føtur. v21 Og á tí degi heimsøkir Harrin her himinsins á himnum og kongar jarðarinnar á foldum. v22 Fjøtraðir verða teir tveittir í gryvjuna, sum fangar stongdir í myrkustovu og fáa revsing, tá ið long tíð er liðin. v23 Tá man mánin verða hámur, og sólin verða smoykin, tí at Harri herliðanna sessast sum kongur á Zions fjalli í Jerúsalem; og fyri ásjón elstu hans skal dýrd ljóma.