Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 25
Takkarljóð til Harrans fyri, at stór borg verður oydd
v1 Harri, tú ert Guð mín, eg prísi tær og lovi navni tínum; tí at tú hevur gjørt undur; trúføst og sonn royndust ráð tíni longu í forðum. v2 Tí at tú hevur gjørt borgina at grótrúgvu, brotið niður hin víggirda staðin; hallir hinna hástóru liggja í sori og verða um ævir ikki reistar aftur. v3 Tí munnu heiðra teg mikil fólk og borgir grimma tjóða ræðast teg. v4 Tí at tú varðst vørn hjá tí vesæla og hjálp hins fátæka í neyð hans; lívd móti regni og skuggi móti hita, tí at sum skúrur móti veggi er valdsmannanna andi, v5 eins og brennandi hiti í tystandi landi. Men tú doyvir niður háva hinna fremmandu, so at valdsmanna gleimur fánar eins og hitin fyri skýggjanna skugga.
Allar tjóðir á Zion
v6 Harri herliðanna man á hesum fjalli tilbúgva øllum tjóðum veitslu, veitslu við krásum og gomlum víni, veitslu við feitum krásum og gomlum, skírum víni; v7 hann skal á hesum fjalli taka burtur skýluna, sum hylur allar tjóðir, og slørið, sum liggur yvir øllum heidningafólkum; v8 deyðan ger hann til einkis um allar ævir; og Harrin drottin skal turka tárini av hvørjum andliti og taka burtur vanvirðing fólks síns um alla jørðina, so satt sum Harrin hevur talað.
Frelsa Ísraels og oyðing Móabs
v9 Á tí degi verður sagt: Sí, her er Guð vár, sum vit troystaðu á, hetta er Harrin, vón okkara! Latum okkum fegnast og gleðast yvir frelsu hans. v10 Tí at hond Harrans man hvíla yvir hesum fjalli. Men Móab skal verða niðurtraðkaður, har hann er, eins og hálmur verður traðkaður niður í køstadíkið; v11 og breiðir hann har út hendur sínar eins og svimjarin til at svimja, má hugmóð hans tó lúta hóast øll hans handabrøgd. v12 Tínar vígsterku, høgu borgargarðar brýtur Harrin niður í dustið og slættar teir við jørðina.