Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 26
Lovsongur Ísraels
v1 Á tí degi verður hesin songur sungin í Júdalandi: Vær eigum sterka borg; frelsu sína gjørdi hann at múrum og varnarvirki. v2 Latið liðini upp fyri rættvísum fólki, sum varðir um trúnað. v3 Lyndi tess er støðugt og stundar á frið, tí á teg tey líta. v4 Lítið allar ævir á Harran, tí at hann er ævigur klettur. v5 Hann eyðmýkir tey, sum hátt búgva; hina háreistu borg hann rindar til jarðar og leggur í dustið. v6 Føtur hinna vesælu og fet hinna fátæku traðka hana sundur.
Bøn um hjálp
v7 Vegur hins rættvísa er slættur; tú slættar gøtur hjá hinum rættláta. v8 Ja, á vegi dóma tína vænta vit teg, Harri; á navn títt og giti stundar sál okkara. v9 Sál mín tráar um nætur eftir tær; í lýsingini stundar mín andi á teg, tá ið dómar tínir birtast á jørð, tá læra jarðarríkis íbúgvar rættlæti. v10 Men verða órættvísir náðaðir, nema teir ikki rættvísi; í rættlætis landi fremja teir órætt og síggja ikki hátign Harrans. v11 Harri, hond tín er á lofti; men teir geva tí als ongar gætur; lat teir við skomm skoða vandlæti títt fyri fólkinum; ja, eldur fígginda tína skal teir oyða. v12 Harri, veit nú okkum frið, tú hevur jú latið okkum bøta fyri allar gerðir okkara! v13 Harri, vár Guð, aðrir harrar enn tú hava okkum valdað; men eina títt navn ákalla vit. v14 Deyðir livna ikki, deydningar rísa ikki upp; tí at tú hevur heimsøkt og oytt teir og strikað út øll minni um teir. v15 Tú hevur fjølgað fólkið, Harri; tú hevur fjølgað fólkið og gjørt teg dýrmætan; tú hevur víðkað um øll landsins mark. v16 Vit rópaðu í neyðini, tá ið tú agaði okkum, og venaðu okkum undan revsing tíni. v17 Eins og hin burðarbúna, ið búgvin er at hvíla, hevur verkir og venar seg í barnferð, soleiðis, Harri, eru vit vorðin fyri ásjón tíni. v18 Vit eru burðarbúnir og hava verkir, men tað er, sum føða vit vind; vit frelsa ikki landið, og eingir heimsbúgvar føðast. v19 Tíni deyðu skulu livna og likam teirra rísa upp; tey, sum liggja í moldini vakna og hevja fagnaðarljóð; tí at døgg tín er døgg ljósins, og jørðin skal bera deydningarnar í heim.
Hav tol
v20 Gakk tú, fólk mítt, inn í herbergi títt og loka aftur eftir teg dyrnar; krógva teg skamma stund, til vreiðin er avrunnin; v21 tí at nú fer Harrin út úr bústaði sínum at revsa misgerðir teirra, sum á jørðini búgva. Og jørðin skal lata tað blóð, sum á henni varð úthelt, koma upp aftur, og hon skal ikki meira hylja tey, sum á henni vórðu dripin.