Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 27
Harrin banar Livjatani (heimsmáttinum)
v1 Á tí degi skal Harrin við sínum harða, veldiga og sterka svørði heimsøkja Livjatan, hin flogskjóta dreka, Livjatan, hin buktaða dreka, og bana sjóvarskrímslinum.
Lovsongur Ísraels fyri frelsu
v2 Á tí degi skulu tit syngja um yndisligan víngarð. v3 Eg, Harrin, varði hann og vatni hann hvørja stund; eg varði hann bæði nátt og dag, so at eingin legst á hann. v4 Vreiðin er av mær runnin; hvat leggi eg í tornir og tistlar? Eg ráðist á teir og brenni teir upp allar samlar, v5 uttan so er, at teir leita sær høli hjá mær og binda frið við meg, ja, binda frið við meg. v6 Á tí degi skal Jákup festa røtur, og Ísrael grønka og blóma og fylla jarðarríkið við ávøksti.
Afturkoma til Jerúsalem
v7 Hevur hann sligið fólkið í sama mun, sum teir eru slignir, ið slógu tað? Ella hevur tað verið myrt, eins og banamenn teirra eru myrdir? v8 Við at reka og koyra tað frá sær, framdi hann sakarmálið móti tí; í hini eystanódnini rak hann tað burtur við sínum hvassa vindi. v9 Og so skal tessvegna misgerð Jákups verða útstrikað, og hetta skal verða úrslitið av, at synd hans verður burturtikin, at hann letur allar altarsteinar verða sum molnaðar kálksteinar, so at eingir Ásjerustólpar ella sólsúlur reisast aftur. v10 Tí at oydd er hin víggirda borgin, mannoydd og vorðin at oyðimørk; har ganga ungneyt á beiti, liggja har á bóli og eta gróðurkvistar. v11 Tá ið greinarnar eru turrar, koma konur og bróta tær av og kveikja eld við teimum. Tí at tað er eitt óhyggið fólk; tí kann skapari tess ikki vera tí miskunnsamur, og hann sum myndaði tað, kann ikki vera tí náðigur. v12 Men á tí degi man Harrin sláa niður aldin frá Eufrats streymi og alt at Egyptalands á; og ein og ein skulu tit, Ísraels børn, verða samanhentað. v13 Á tí degi skal verða blást í miklan lúður; og teir, ið fórust í Assurlandi, og teir, ið sundraðust í Egyptalandi, skulu koma aftur og tilbiðja Harran á halgidómsins fjalli í Jerúsalem.