Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 28
Dómur yvir Efraim og yvir hinar
v1 Vei hinum uppskrýdda kransi hjá teimum druknu í Efraim; teirra glæsiliga skreyt er einans følnandi blómur á heyggjum í hinum gróðurmikla dali, har víndruknir hølast. v2 Sí, sterkan og veldigan kappa hevur Harrin til reiðar, sum heglingsæl í skaðaveðri, sum dynjandi skúrur av skolandi vøtnum, soleiðis leggur hann alt til jarðar við veldi. v3 Undir fótum skal hann verða traðkaður, hin uppskrýddi kransur hjá Efraims druknu, v4 og alt hans følnaða blómuskrýdda skreyt á heygnum í hinum gróðurmikla dali. Og tað skal verða við honum sum við fikuni, sum búnast, áður enn summarið er komið: Tann, ið sær hana, slítur hana av og gloypir henni, fyrsta hann fær hana í hondina.
Druknir prestar og profetar. Hornsteinurin til fals ella frelsu
v5 Á tí degi skal Harri herliðanna verða teimum, ið eftir eru av fólki hans, ein prýðiligur kransur og glæsilig krúna, v6 ein rættlætis andi hjá teimum, ið sita í dómarasæti, og hetjumáttur hjá teimum, ið reka fíggindan út um borgarliðið.
v7 Men eisini her ganga menn í ørviti av vínløgi, vitleysir av víni; prestur og profetur druknir vingla, vingla av sterkum drykki; teir sløðra av vínløgi. Í ørviti síggja teir sjónir sínar; í rættinum snáva teir á. v8 Hvørt borð er fult av spýggju, hvør blettur meiggjaður til. v9 «Hvørjum vil hann kenna fróðskap, hvønn vil hann frøða um sjónir sínar? Teimum, ið nýliga eru vandir frá mjólk og tiknir av brósti?» v10 Tí: «Sau lasau, sau lasau, kau lakau, kau lakau, eitt sindur her, eitt sindur har.» v11 Ja, við stamandi vørrum og á fremmandum máli skal hann tala við hetta fólk, v12 hann, sum segði við tey: «Her er hvíld at fáa, unnið tí hinum útmødda hvíld; her er hvíldarstaður tykkara.» Men tey vildu ikki hoyra. v13 Tí man orð Harrans fara at ljóða í oyrum teirra sum: «Sau lasau, sau lasau, kau lakau, kau lakau; eitt sindur her, eitt sindur har,» so at teir fara eftir nakkanum og meiðsla seg, koma fastir í hjálman og verða fangaðir.
v14 Hoyrið tí orð Harrans, tit speisku menn, ið stjórna fólki mínum her í Jerúsalem. v15 Av tí at tit siga: «Vit hava gjørt sáttmála við deyðan og seming við Hel, ikki skal hin dynjandi koyril koma til okkara; tí at av lygnum hava vit laðað okkum skýli, krógvað okkum í svikanna høli.» v16 Tí sigur Harrin, drottin, so: Sí, eg leggi álítandi grundarstein í Zion, dýrmætan óvikandi hornstein; sá, sum trýr, hevur ongan skund. v17 Eg lati rætt vera mátingarband og rættvísi vigingarlodd. Lygihølið skal heglingur sorla, og skýlið skulu áarstreymar skola burtur. v18 Sáttmáli tykkara við deyðan skal verða slitin, semingur tykkara við Hel skal gleppa; tá ið hin dynjandi koyril fer fram, skal hann leggja tykkum til jarðar. v19 Tykkum skal hann raka, hvørja ferð hann fer fram; tí at á hvørjum morgni fer hann fram, ja, nátt sum dag; einans ræðsla stendst tá av at skilja tey hoyrdu orð. v20 Tí at legan skal vera ov stutt at rembast í og áklæðið ov smalt at hylja seg við. v21 Tí at eins og á Perazims fjalli skal Harrin rísa og reiðast sum í Gibeons dali til tess at inna verk sítt, hitt undursama verk sítt, og fremja starv sítt, hitt sjáldsýnda starv sítt. v22 Lættið nú av spottan, so at bondini ikki fara at rubba tykkum; tí at frá Harranum, drotni herliðanna, hoyrdi eg, at landið alt er vísari avoyðing ætlað.
Líking um vísdóm Harrans
v23 Lýðið á og hoyrið mína rødd; gevið gætur og hoyrið míni orð. v24 Man plógmaðurin uttan íhald pløga, saksa og mylda jørð sína til sáðingar? v25 Man hann ikki, tá ið moldin er slættað, sáa karva og somuleiðis kumman, leggja hveiti, hirsu og bygg á tí tilskilaða staði og spelt í útjaðaran? v26 Guð hansara kennir honum rætta atferð og leiðbeinir hann. v27 Tí at við treskisleðu verður karvi ikki tresktur og vagnhjól ikki koyrt gjøgnum kumman; nei, við stavi og lurki verða karvi og kumman treskt. v28 Korn verður ikki sundurmorlað, ikki treskt uttan íhald; treskisleður og ross treskja tað, men morla tað ikki sundur. v29 Eisini hetta kemur frá Harra herliðanna. Undursom eru ráð hans og mikil vísdómur hans.