Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 37
Jesaja uggar kong
(36,22) Tá komu teir Eljakim Hilkiason hallarstjóri og Sjebna ritari og Jóa Ásafsson frásagnarmeistari aftur til Hizkia í skræddum klæðum og søgdu honum frá tí, sum Rabsjake hevði mælt. v1 Tá ið Hizkia hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, huldi seg sekki og gekk inn í hús Harrans. v2 Og hann sendi teir Eljakim hallarstjóra og Sjebna ritara og teir elstu av prestunum klæddar í sekki til Jesaja profets Ámozsonar v3 til tess at siga við hann: «So sigur Hizkia: Hetta er dagur við neyðum, revsing og háðing, tí at barnið er komið í burðarliðin, men eingin kraft er til at føða. v4 Kundi borið á, at Harrin Guð tín hoyrir tað, sum Rabsjake sigur, ið sendur er av Assýriu kongi, harra sínum, til at spotta hin livandi Guð, og kundi borið á, at hann revsar hann fyri tey orð, ið Harrin Guð tín hevur hoyrt. Gakk tí í forbøn fyri ta leivd, sum enn er eftir.» v5 Men tá ið tænarar Hizkia kongs komu til Jesaja, v6 segði hann við teir: «Sigið við harra tykkara: So sigur Harrin: Óttist ikki tey háðarorð, ið sveinar Assýriu kongs háða meg við, v7 tí at eg gevi honum slíkan anda, at hann spyr tíðindi, vendir um og fer heim aftur í land sítt; har skal eg lata hann falla fyri svørði í sínum egna landi.
Kringseting Libna
v8 Síðan snúðist Rabsjake aftur og hitti Assýriu kong, ið tá tókst við at kringseta Libna; tí at hann hevði frætt, at hann var farin úr Lákisj.
Tirhaka, bræv Sankeribs til Hizkia
v9 Har fekk hann fregn um, at Tirhaka kongur á Blálandi var farin avstað til at herja á hann; tá sendi hann aftur ørindrekar til Hizkia og segði við teir: v10 «So skulu tit siga við Hizkia Júda kong: Lat ikki Guð tín, sum tú troystar á, tøla teg at trúgva: Jerúsalem verður ikki givin upp í hendur Assýriu kongs. v11 Tú hevur jú hoyrt, hvussu Assýriu kongar hava farið við øllum londum, hvussu teir hava avoytt tey. Og skuldi tú tá sloppið undan? v12 Vóru tær tjóðir, ið forfedrar mínir týndu, Gózan, Káran, Rezef og Edensmenn í Telassar, bjargaðar av gudum sínum? v13 Hvar er nú kongurin í Hámat og kongurin í Arpad ella kongurin í Sefarváimborg, Hena og Ivva?»
Bøn Hizkia
v14 Tá ið Hizkia hevði tikið við brævinum av ørindrekunum og lisið tað, gekk hann niðan í hús Harrans og legði tað opið fyri ásjón Harrans. v15 Tá bað Hizkia til Harrans og mælti: v16 «Harri herliðanna, Ísraels Guð, ið situr uppi yvir kerúbum, tú eina ert Guð yvir øllum kongaríkjum á fold, tú hevur skapað himin og jørð. v17 Legg nú, Harri, oyra títt við og lýð á; lat upp, Harri, eygu tíni og lít at! Hoyr orð Sankeribs, ið hann hevur sent higar til tess at háða hin livandi Guð. v18 Satt er tað, at Assýriu kongar hava avoytt allar tjóðir og land teirra v19 og varpað gudum teirra í eldin, men teir eru jú ikki gudar, teir eru verk av mannahondum, stokkar og steinar; tí fingu teir týnt teimum. v20 Men frels okkum nú, Harri, Guð vár, av hendi hans, til tess at øll kongaríki á fold mega sanna, at tú, Harri, einsamallur ert Guð.»
Ljóð Jesaja um eyðmýkt Sankeribs
v21 Tá sendi Jesaja Ámozson hesi boð til Hizkia og læt siga honum: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Tú hevur biðið meg um hjálp móti Sankerib Assýriu kongi, og eg havi bønhoyrt teg.» v22 Hetta er tað orðið, sum Harrin hevur talað um hann: Moyggin, Zions dóttir, háðar og spottar teg, dóttir Jorsalaborgar ristir høvur eftir tær. v23 Hvønn hevur tú háðað og spottað? Móti hvørjum hevur tú mælt og hámikil hevjað tíni eygu? Móti hinum heilaga í Ísrael. v24 Við tænarum tínum hevur tú háðað Harran og sagt: «Við míni fjøld av hervagnum fór eg niðan á hæddir fjallanna, dygst niðan á Libanons fjall; tess hávaksnu sedristrø høgdi eg niður og tess frálíka syprisvið. Eg breytst niðan á ovastu hæddir tess, har ið aldinskógurin var tættastur. v25 Eg gróv mær brunn á fremmandum staði og drakk; turrskøddur fór eg um allar áir Egyptalands.» v26 Hevur tú ikki frætt tað? Longu í forðum fekk eg tað í lag, í fyrndartíð skipaði eg tað. Og nú lati eg tað koma fram, svá at tú mátti sorla víggirdar borgir og gera tær at oydnum grótrúgvum. v27 Men íbúgvar teirra sótu máttleysir, ræddir og skemdir, vórðu eins og grasið á bønum og grønkandi nálir, eins og gras á tekju og akur í eystanvindi. v28 Eg síggi teg, tá ið tú stendur og situr, tá ið tú fert og kemur; stórlæti títt er mær kunnugt; v29 men vegna stórlæti títt og dramb, ið mær er komið fyri oyra, vil eg krøkja ring mín í nasar tínar og leggja boygsl mítt í munn tín og føra teg eftir sama vegi, sum tú komst.
Tekin
v30 Og hetta skal vera tær tekinið: Í ár skulu tit eta sjálvsáað korn, næsta ár sjálvvaksið korn, men triðja árið skulu tit sáa og heysta. v31 Og tað, ið undan hevur komist av Júdaætt, skal festa røtur í neðra og bera ávøkst í erva. v32 Tí at úr Jerúsalem skulu leivdir ganga út og teir, ið undan komast frá Zions fjalli; vandlæti Harrans man útinna hetta.
Spádómur
v33 Tí sigur Harrin so um Assýriu kong: «Ikki skal hann koma inn í hesa borg, onga ørv skjóta inn í hana, ongan herskjøldur bera móti henni og ongan virkisgarð laða upp móti henni. v34 Hann skal fara avstað aftur sama dag, sum hann kom; inn í hesa borg skal hann ikki koma,» sigur Harrin. v35 «Eg vil verja hesa borg og frelsa hana vegna mín og vegna Dávids, tænara míns.»
Oyðan av heri Assurs (smbr. 2 Kong 19)
v36 Tá fór eingil Harrans út og jarðlegði eitt hundrað og áttati og fimm túsund mans í herbúðum Assýriu kongs; og sí, morgunin eftir, tá ið teir komu upp, sóu teir øll líkini liggja har. v37 Tá fór Sankerib avstað, helt ferð síni heim aftur og sat síðan kvirrur í Nineve. v38 Men eitt sinn, meðan hann hevði bønarhald í hovi Nisroks, guds síns, komu teir Ádrammelek og Sárezer, synir hans, og vógu hann við svørði; síðan flýddu teir til Áraratslands. Og Ásarhaddon sonur hans tók ríki eftir hann.