Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 42
Tænari Harrans og verk hans fólkanna millum
v1 Sí tænari mín, sum eg styði, útvaldi mín, sum sál mín hevur tokka til; eg lati anda mín koma yvir hann, hann skal boða fólkunum rætt. v2 Ikki skal hann rópa og ikki lyfta upp reyst síni og ikki lata mál sítt hoyra á gøtunum. v3 Rørið, ið brákað er, skal hann ikki bróta, rakið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja. Við trúfesti ber hann rættin út. v4 Ikki hann maktast, ikki hann gevst, til hann fær skipað rættin á jørðini, og eftir lóg hans bíða oyggjar. v5 Soleiðis talar Guð Harrin, tann ið skapaði himinin og tandi hann út, tann ið breiddi út jørðina við øllum tí, sum á henni veksur, tann sum andadrátt gav fólkinum á henni og anda teimum, sum á henni ganga: v6 Eg, Harrin, havi kallað teg í rættvísi; eg skal halda teg í hondina, og eg skal varðveita teg og gera teg til sáttmála fyri fólkið og til ljós fyri heidningarnar, v7 til at lata upp eyguni á blindum, til at leiða út úr varðhaldi tey, ið bundin eru, og úr fangahúsi tey, sum í myrkri sita. v8 Eg eri Harrin, tað er navn mítt, og ongum øðrum gevi eg dýrd mína og ikki úthøgdum bílætum lov mítt. v9 Sí, hinir fyrru lutirnir eru komnir, og eg kunngeri nýggjar; áðrenn teir berast til, boði eg tykkum frá teimum.
Ísrael skal frelsast, fíggindar oyðast
v10 Syngið Harranum nýggjan song, lov hans um alla verøld, tit, ið ferðast um havið og alt, sum í tí er, tit fjarløgdu strendur og øll, ið har búgva! v11 Oyðimørkin og bygdirnar har skulu hevja upp røddina, torparnir, har sum Kedar býr, fjallabúgvar skulu fegnast, rópa oman av hægstu tindum. v12 Harran skulu tey tigna og boða lov hans á fjarløgdum strondum. v13 Harrin gongur fram eins og kappi, sum hermaður eggjar hann sín hetjumátt, hevjar herróp, ja, ýlir og býður fíggindum sínum av. v14 Langar tíðir havi eg tagt, verið kvirrur og hildið mær; men nú vil eg stynja sum kona í barnferð, stuna og tiva hvørt um annað. v15 Eg leggi fjøll og heyggjar í oyði og svíði av alt grønt, sum har grør, løkirnar lati eg verða at reyni og turki tjarnirnar upp. v16 Síðan leiði eg blind á ókunnugum vegi og føri tey á gøtum, tey ikki kenna; myrkrið framman fyri teimum geri eg til ljós og brekkurnar at slættum fløtum; hetta er tað verk, sum eg vil inna og ikki víkja frá. v17 Víkja undan og verða herviliga til skammar skulu teir, ið líta á skurðgudar, siga við stoyptar myndir: «Tit eru gudar okkara.»
Revsing yvir deyvt og blint fólk
v18 Hoyrið nú, tit deyvu, lítið upp og síggið, tit blindu. v19 Hvør er blindur sum tænari mín og deyvur sum ørindreki mín? Hvør er blindur sum trúnaðarmaðurin, sum tænari Harrans? v20 Mangt hevur hann sæð, men ikki givið tí gætur; hann hevur opin oyru, men hevur tó einki hoyrt. v21 Men fyri sakir rættvísi sínar vildi Harrin dýrmeta lógina og gera hana mikla. v22 Men fólkið sjálvt er herjað og rænt, øll í hellum fjøtrað, byrgd inni í fangahúsum, vorðin at herfongi, og eingin er, sum bjargar, at ráni, og eingin sigur: «Latið tey leys!» v23 Hvør tykkara vil lýða á hetta, geva tí gætur og hoyra tað aftur og aftur: v24 Hvør hevur latið Jákup verða rændan og fingið Ísrael undir ránsmannavald? Er tað ikki Harrin, sum vit hava syndað ímóti? Vegir hansara vildu tey ikki ganga og ikki lýða lóg hans! v25 Hann læt koma yvir hann sína brennandi vreiði og herviliga orrustu; hon logaði kring hann, men hann skoytti tí ikki, hon brendi hann, men hann gav tað ikki í geyma.