Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 44
Ísrael undir signing Harrans
v1 Men hoyr nú, Jákup, tænari mín, og Ísrael, sum eg havi útvalt! v2 So sigur Harrin, ið skapaði teg og frá móðurlívi myndaði teg, hjálpari tín: Óttist ikki, tænari mín, Jákup, Jesjurun, sum eg havi útvalt; v3 tí at eg man hella út vatn yvir tað tystandi land og áarstreymar yvir turrlendið, úthelli anda mín yvir ætt tína og signing mína yvir avkom títt, v4 tey skulu spretta sum gras millum vatna, eins og pílaviður við áarstreymar. v5 Hesin sigur: «Eg hoyri Harranum til.» Hasin nevnir seg við Jákups navni, og ein annar skrivar á hond sína: «Halgaður Harranum» og kannar sær Ísraels navn.
Eina Harrin er Guð
v6 So sigur Harrin, Ísraels kongur, loysnari hans, Harri herliðanna: Eg eri hin fyrsti og hin síðsti, og umframt meg er eingin Guð til. v7 Hvør kann siga seg javnlíka mín? Hann standi fram og greini mær hetta. Hvør hevur frá upphavi boðað frá tí, sum koma skuldi, kunngjørt tað, sum nú skal henda? v8 Óttist ikki og verið uttan ekka! Havi eg ikki sagt tað fyri langt síðan og boðað tær frá tí? Tit eru vitni míni: Er nakar Guð og nakar klettur til umframt meg? Eg veit av ongum.
Dárskapur skurðgudadýrkaranna
v9 Allir, ið gera gudamyndir, eru tómleiki, teirra kæru gudar gagna einki, og vitni tílíkra guda síggja einki og vita einki, so at teir verða til skammar. v10 Tá ið einhvør ger sær ein gud við at stoypa sær gudamynd, tá gagnar tað einki. v11 Sí, allir hans dýrkarar verða til skammar. Smiðirnir eru jú einans menn – savnist teir allir saman og gangi teir fram, teir skulu øtast og allir samlir hámast. v12 Jarnsmiðurin starvar við grúgvueldin og ger sær øks; hann evnar hana til við homrum og ger hana lidna við sínum sterka armi. Men svøltar hann, hvørvur hans megi, og fær hann einki at drekka, maktast hann burtur. v13 Síðan høggur hann við og streingir út mátingarbandið, strikar fyri við grifli og sker út gudamyndina við knívi, markar hana av við passara og ger hana í manna líki eftir vakurleika mansins og til at búgva í húsi. v14 Hann høgdi sedristrø og fekk sær almvið og eikir og starvaði av allari kraft við skógartrøum, ið Guð hevði plantað, og regnið hevði givið vøkstur. v15 Maður nýtir tey til brenni, hann tekur av teimum og kveikir eld til at verma seg við og baka breyð. Men av sama viði ger hann síðan ein gud, sum hann tilbiður, gudamynd, sum hann fellur á knæ fyri. v16 Helmingin av tí brennir hann í eldi og steikir kjøt yvir glóðunum; hann etur seg mettan og væl settan, kennir seg heitan og mælir fyri munni: «Á, nú orni eg og kenni mær hita.» v17 Men av leivdum tess ger hann ein gud, eina gudamynd, sum hann fellur á knæ fyri, dýrkar og tilbiður og sigur: «Bjarga mær, tí at tú ert gud mín.» v18 Teir hava hvørki vit ella skil; eygu teirra eru lokað, so at teir ikki síggja, og hjørtu teirra, so at teir ongum skyna á. v19 Teir fata einki og hava ikki so frægt av viti, at teir hugsa við sær: «Við helminginum av tí havi eg kynt eld og bakað breyð á glóðunum, steikt kjøt og etið, eigi eg tá av tí, sum eftir er, at gera andstyggiliga gudamynd og falla á knæ fyri klótuanga?» v20 Tann, sum soleiðis leggur dent á øsku, hevur eitt tølað hjarta vilt av leið, so at hann ikki kann bjarga síni sál og siga við sjálvan seg: «Man hetta ikki vera ein lygn, sum eg haldi í hondini?»
Frelsa Ísraels
v21 Minst tú hetta, Jákup, og tú, Ísrael, tí at tú ert tænari mín; eg havi skapað teg til at vera tænara mín; tú Ísrael, skalt aldrin fara mær úr minni. v22 Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir; vend við til mín, tí at eg eri loysnari tín. v23 Fegnist, tit himnar, tí at Harrin hevur útint sítt verk, rópið av gleði, tit jarðarinnar grundir, hevjið fagnaðarljóð, tit fjøll, skógurin og øll trø hans, tí at Harrin endurloysir Jákup og ger seg dýrmætan í Ísrael.
Guðs frelsa við Kýrosi
v24 So sigur Harrin, loysnari tín, ið myndað teg hevur frá móðurlívi: Eg eri Harrin, ið skapað hevur alt, sum einsamallur tandi út himinin og breiddi út jørðina – hvør hjálpti mær? – v25 sum ger lygnaranna tekin til einkis og spásagnarmenninar til dárar, sum rekur hinar vísu aftur og prógvar, at vitska teirra er fákunna, v26 men staðfestir orð tænara sína og fremur ráðini hjá sendiboðum sínum – eg sigi um Jerúsalem: «Verði hon aftur bygd!» um Júdaborgir: «Verði tær endurreistar!» og toftir teirra byggi eg upp aftur. v27 Eg sigi við djúpið: «Torna upp; eg turki nú upp tínar áir.» v28 Eg sigi um Kýros: «Hann er hirði mín; hann skal fremja allan vilja mín og siga um Jerúsalem: Hon skal verða upp aftur bygd, og templið aftur verða grundvallað!»