Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 46
Gudarnir í Bábel verða fyri ongum
v1 Bel hoknar, Nebo nígur, skurðgudar teirra fara fyri villdjór og fenað, teir, ið áður vórðu bornir um í skrúðgongu, verða lagdir upp á útmødd akdjór eins og aðrar byrðar. v2 Teir hokna og níga allir samlir, teir orka ikki at bjarga síni byrði; í útlegd noyðast teir sjálvir at fara.
Harrin hevur kallað Kýros
v3 Lýðið á meg, tit ættarmenn Jákups, og allir, ið eftir eru av Ísraels húsi, sum alt frá móðurlívi vórðu lagdir mær á herðar og bornir alt frá móðurfangi: v4 Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána; eg lyfti og fari undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum. v5 Við hvønn vilja tit javnmeta og líkna meg? Hvønn seta tit fram sum javnlíka mín? v6 Teir tøma gullið úr punginum, viga silvurið á vágskál, leiga sær gullsmið til at gera av tí ein gud, sum teir níga fyri og tilbiðja. v7 Teir taka hann upp á herðarnar og bera hann, seta hann á stað sín, og har stendur hann og vikast ikki úr stað; teir rópa á hann, men hann svarar teimum ikki og hjálpir teimum ikki úr neyð. v8 Minnist hetta og takið við áminning; leggið tað í geyma, tit trúnaðarleysu. v9 Minnist til tess, ið langt frammanundan var boðað, tí at eg eri Guð og eingin annar, ein Guð, ið ikki finnur javnlíka sín. v10 Eg boðaði frá upphavi endan, kunngjørdi frammanundan tað, sum ikki var hent og segði: «Ráðagerð mín stendur føst, og alt, sum mær hóvar, eg fremji,» v11 úr eystri eg kallaði ørnina higar, úr fjarløgdum landi mannin, ið útinnir ráð míni; tað, sum eg talaði, lati eg henda, tað, sum eg hugleiddi, fullgeri eg.
Frelsan er nær
v12 Lýðið á meg, tit hugfalnu, sum halda rættin vera langt burtur. v13 Nú man eg koma við mínum rætti, ikki er hann langt burtur, og ikki drálar mín frelsa; eg lati Zion fáa hjálp og Ísrael mína tign.