Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 47
Spottkvæði yvir Bábel, sum skal falla
v1 Stíg oman, sessast í dusmið, ungmoyggin Bábeldóttir, set teg á jørðina hásætisleys, tú Kaldeadóttir, tí at ikki skalt tú meira kallast hin væna og fína. v2 Trív í kvørnina, mal nú korn og legg slørið frá tær; hav upp tíni klæði, nekta tíni bein og vað út í áir. v3 Nakni títt skal nektast og skomm tín verða sædd, eirindaleyst eg hevni meg, sigur loysnari vár, v4 navn hans er Harri herliðanna, Ísraels heilagi. v5 Sit kvirr og gakk inn í myrkrið, tú Kaldeadóttir, tí at ikki skalt tú meira verða kallað drotning kongaríkjanna. v6 Eg reiddist á fólk mítt, læt ogn mína vera fyri vansømd, eg gav hana upp í tínar hendur, og tú eirdi henni ikki, sjálvt á ellismannin tú legði títt ovurtunga ok; v7 tú segði: «Um aldur og ævir eri eg drotning,» men hetta hugsaði tú ikki, gavst tær einki far um endalyktina. v8 Men hoyr nú hetta, tú vælgødda, sum býrt í trygdum og hugsar við sjálvari tær: «Einans eg og annars eingin; einkja skal eg aldrin sita, ongantíð royna, hvat tað er at vera barnleys!» v9 Brátt eftir einum degi skulu bæði verða tær fyri; bæði barnloysi og einkjudómur skulu til fulnar raka teg hóast tína fjølkunnu og títt mikla rúnarveldi. v10 Tú leitst á illskap tín og hugsaði: «Eingin sær meg;» men vísdómur tín og vitska hava vilt teg av leið, so at tú hugsaði við sjálvum tær: «Einans eg og annars eingin!» v11 Tí er komin yvir teg ógæva, sum tú ikki kanst mana burtur, skaðatilburður, sum tú ikki kanst loysa teg undan; brádliga hevur oyðing rámað teg, tá ið teg minst um vardi. v12 Kom nú fram við tínum rúnarveldi og mikla gandi, sum tú møddi teg við frá ungum árum, kanska kann tað hjálpa og ræða hesa ógævu burtur. v13 Tú ert lúgvað av tínum mongu ráðagerðum; lat nú himinfrøðingarnar koma og hjálpa tær, stjørnuskoðararnar, ið hvønn mánað kunngera, hvat ið tær skal verða fyri. v14 Sí, teir eru sum hálmur, eldurin oyðir teir, ikki sær sjálvum kunnu teir bjarga úr loganum; tað verða ikki gløður til at verma seg við og ikki eldur til at sita við. v15 Soleiðis skulu roynast manarar tínir, sum tú frá ungum árum møddi teg við; vilstir teir reika um, eingin kann bjarga tær.