Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 49
Kall tænara Harrans
v1 Gevið mær ljóð, tit oyggjaskeggjar! Lýðið á meg, tit fjarlagdu tjóðir: Alt frá móðurlívi hevur Harrin kallað meg, nevnt meg at navni, áður enn eg varð føddur. v2 Hann hevur gjørt mín munn sum hitt hvassa svørðið og fjalt meg undir skugga handar sínar; til brýnda ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa; v3 hann segði við meg: «Tú ert tænari mín, Ísrael, sum eg vinni mær heiður við.» v4 Men eg segði: «Í tóman heim havi eg strevast og oytt mína megi bert til ónýtis og til einkis; tó er rættur mín hjá Harranum, løn mín hjá Guði mínum.» v5 Og nú sigur Harrin, sum myndaði meg alt frá móðurlívi til at vera tænara sín, til at beina Jákup aftur til hansara og savna Ísrael til hansara – og eg eri dýrmætur í eygum Harrans, mín Guð er vorðin mín styrki – v6 hann sigur: «Tað er ov lítið fyri teg at vera tænari mín til tess at endurreisa Jákups ættir og leiða hini varðveittu av Ísrael heim aftur; tí geri eg teg til ljós fyri heidningarnar, so at frelsa mín má røkka út um alla jørðina.»
Ísraels undursama frelsa
v7 So sigur Harrin, loysnari og Ísraels heilagi, við hann, sum er vanvirdur og skýggjaður av fólki og valdsmanna trælur: Kongar skulu síggja tað og rísa, høvdingar skulu kasta seg á jørðina vegna Harran, ið roynist trúfastur, vegna hin heilaga í Ísrael, sum teg hevur útvalt. v8 So sigur Harrin: Eg bønhoyri teg á náðinnar stund og hjálpi tær á frelsudegnum; eg varðveiti teg og geri teg til sáttmála millum tjóða til tess at reisa landið aftur og skifta út arvalutir, sum liggja í oyði, v9 til at siga hinum fjøtraðu: «Gangið út!» teimum, sum í myrkri sita: «Komið út í ljósið!» Fram við vegnum finna tey gras og beitilendi á hvørjum naknum hóli. v10 Tey skulu hvørki hungra ella tysta, og ikki skal hitin ella sólin saka tey, tí at miskunnari teirra vísir teimum veg og leiðir tey at kelduvaði. v11 Yvir hvørt fjall geri eg veg og hækki hvørja gøtu. v12 Sí, higar koma tey úr fjarlegd, summi úr norðuri og summi úr vestri og onnur av Sinimslandi. v13 Syngið lov, tit himnar, og fegnast, tú jørð, hevjið fagnaðarljóð, tit fjøll, tí at Harrin uggar fólk sítt og miskunnar sínum eymu.
Troystarorð til Zion
v14 Kortini sigur Zion: «Harrin hevur sagt meg burtur, Harrin hevur gloymt meg.» v15 Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar mega gloyma, men eg gloymi ikki teg. v16 Sí, í mína hond havi eg rist teg, borgargarðar tínir eru mær altíð fyri eyga. v17 Fljótir koma synir tínir, men teir, sum brutu teg niður og løgdu teg í oyði, fara frá tær. v18 Hav upp eygu tíni og lít teg um, tey savnast og koma øll til tín. So vissuliga, sum eg livi, sigur Harrin, skalt tú íklæðast tey eins og skart og gyrða tey um teg, eins og brúður gyrðir seg belti. v19 Tí at toftir tínar, oyðistaðir tínir og títt oydda land – ja, nú ert tú teimum ov trong, ið har búgva – og langt av leið eru oyðarar tínir. v20 Enn skalt tú, hin barnleysa, hoyra børn tíni siga: «Her er ov trongt fyri meg, førka teg, so at eg fái sitið!» v21 Tá manst tú hugsa við tær: «Hvør hevur føtt mær hesi? Eg var jú barnleys og óburin, í útlegd og burturrikin, hvør hevur tá fostrað hesi? Sí, eg var latin eina eftir, hvaðan koma tá hesi?»
Harrin býður heidningum at flyta Ísrael heim aftur
v22 So sigur Harrin, drottin: Sí, eg veittri til heidninganna við hond míni og reisi merki mítt fyri tjóðirnar, og tey skulu koma við sonum tínum í føvninginum og døtrum tínum á økslini. v23 Kongar skulu verða fosturfedrar tínir og drotningar fostra upp børn tíni; tey kasta seg til jarðar fyri tær og sleikja dusmið fyri fótum tínum; tá skilir tú, at eg eri Harrin, og at tey, sum á meg vóna, ikki verða til skammar.
Harrin fellir Ísraels fíggindar
v24 Kann nakar taka herfongin av hinum sterka, kunnu fangar valdsmanna komast undan? v25 Tí at so sigur Harrin: Um fangar verða tiknir av hinum sterka, og herfongur valdsmansins verður rændur frá honum, so skal eg tó verja teg móti atsóknarum tínum og frelsa børn tíni. v26 Kúgarar tínar lati eg eta sítt egna hold, og teir skulu verða druknir av sínum egna blóði, sum var tað vínberjaløgur; alt hold skal tá sanna, at eg, Harrin, eri frelsari tín, Jákups veldigi, loysnari tín.