Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 5
Líknilsi um fruktleysan víngarð
v1 Eg vil kvøða kvæði um vin mín, ástarkvæði um víngarð hans: Mín ástvinur átti sær víngarð á gróðurmiklum skoralendi. v2 Hann gróv hann um, ruddaði grótið burtur og setti niður aðalvínvið, bygdi torn í miðjum honum og høgdi sær eisini vínkullu. Síðan væntaði hann sær aðalvínber úr honum, men fekk bert villber. v3 Og dømið nú, tit íbúgvar Jerúsalems og Júdamenn, millum meg og víngarð mín. v4 Hvat var meira at gera við víngarð mín enn tað, sum eg hevði gjørt? Hví bar hann einans villber, tó at eg væntaði aðalvínber? v5 Men eg skal siga tykkum, hvat ið eg ætli at gera við víngarð mín: Eg skal taka burtur tornastikið, so at hann verður uppetin, bróta niður garð hans, so at hann verður niðurtraðkaður. v6 At oyði skal eg gera hann; hann skal hvørki verða snidraður ella grivin, men liggja yvirgrógvin av tornum og tistlum; og skýggjunum skal eg bjóða, at tey einki regn mega lata koma á hann. v7 Tí at víngarður Harra herliðanna er Ísraels hús, og Júdamenn eru yndisvøkstur hans; hann væntaði rætt, men har var manndráp, hann væntaði rættvísi, men har vóru neyðarróp.
Veiróp um gudloysi teirra ríku
v8 Vei teimum, ið leggja undir seg eitt húsið fyri og annað eftir og leggja sær jørð aftur at jørð, hagar til einki landarúm er eftir, og tit búgva einsamallir í landinum. v9 Tí hevur Harri herliðanna svorið: Tey mongu stóru og góðu hús skulu vissuliga verða at oyði, og eingin búgva í teimum; v10 tí at tíggju tunnulendi av víngarðsjørð skulu bera ein bat, og ein homer av sáði skal bert bera eina efu. v11 Vei teimum, ið snimma á morgni stunda eftir víni og sita uppi langt út á náttina, glóðreyðir av rúsløgi, v12 sum halda drykkjuveitslu við sitrum og hørpum, við glymskálum og ljóðpípum og víni, men geva verkum Harrans ikki gætur og síggja ikki tað, sum hendur hansara gera. v13 Tí skal fólk mítt í útlegd fara, áðrenn tað veit av; tess tignarmenn skulu avmergjast av hungri og múgvan ørmaktast av tosta. v14 Tí skal helheimur lata upp gap sítt og tamba øgiliga á kjafti; oman hagar verða tignarmenn stoyttir, øll hin hámikla, veitsluglaða múgva. v15 Maður skal verða boygdur og mansbarnið eyðmýkt, og tey hástóru eygu skulu niður lúta. v16 Men Harri herliðanna man standa hátt hevjaður í dóminum, og hin heilagi Guð sýna heilagleika í rættvísi. v17 Og har skulu lomb ganga á beiti, og geitir eta gras í oyddum toftum. v18 Vei teimum, ið draga fram misgerðina við bondum tómleikans og syndagjaldið við vagnreipum, v19 teimum, ið siga: «Skundi hann sær og hurti hann undir verk sítt, at vit mega fáa tað at síggja; latið ráðagerð hins heilaga í Ísrael koma fram, so at vit mega verða varir við hana!» v20 Vei teimum, ið kalla hitt illa gott og hitt góða ilt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beiskt til søtt og søtt til beiskt. v21 Vei teimum, sum í egnum eygum eru vísir og halda seg sjálvar vera tignar. v22 Vei teimum, sum eru hetjur í víndrykkju og hinir mætastu til at blanda rúsløg, v23 sum fyri mutur geva hinum gudleysa rætt og skerja rættin hjá hinum rættvísa. v24 Tessvegna, eins og eldslogin oyðir strá, og hálmur brennur upp á báli, soleiðis skal rót teirra fúna, og blóma teirra fara sum bos fyri vindi, tí at lóg Harra herliðanna hava teir havnað og vanmett orð hins heilaga í Ísrael.
Profetorð um komu Assurs
v25 Tessvegna brann bræði hans móti fólkinum, og hann rætti út hond sína og sló tað; tá nøtraðu fjøllini, og lík teirra lógu sum sóp á miðjum gøtum; men hóast alt hetta sissaðist ikki vreiði hans; enn er hond hans útrætt. v26 Fyri fjarlagdari tjóð hann reisir herstevnumerki og bríkslar hana higar frá ytsta marki jarðar; sí, har kemur hon bæði fljót og skjót: v27 Eingin teirra er móður ella snávar á, eingin dúrar ella sovnar, beltið um lendar losnar ikki, og eingin tvongur slitnar. v28 Hvassar eru ørvar og allir bogar spentir; sum tinnur eru hestanna hógvar og hjólini eins og hvirlur. v29 Ýlan teirra er sum ýl frá ljóni, sum ungljón teir ýla og grenja, bólføra sína rændu bráð, og eingin fær bjargað henni.
Profetorð um at Assur skal týnast
v30 Á tí degi skulu teir koma grenjandi móti honum eins og havsins bylgjur; og tá ið hann lítur út yvir jørðina, sær hann steingjandi myrkur og dagin avkøvdan í bølaniðu.