Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 51
Nýggj boðan um frelsu
v1 Lýðið á meg, tit, ið stunda eftir rættvísi og søkja Harran; lítið at berginum, sum tit eru brotin av, og at brunninum, sum tit eru grivin úr; v2 lítið at Ábrahami, ættfaðir tykkara, og at Sáru, sum føddi tykkum; tí at eina var hann, tá ið eg kallaði hann; men eg vælsignaði hann og gjørdi hann fjølmentan. v3 Tí at Harrin uggar Zion, uggar allar toftir hennara; hann ger oyði hennara sum Eden og reyn hennara sum aldingarð Harrans; har er gleði og fagnaður, takkargerð og lovsongur.
Viðvending heidninganna
v4 Gevið mær ljóð, tit tjóðir, og lýðið á meg, tit tjóðflokkar; tí at rættleiðing útgongur frá mær, rættur mín sum ljós fyri tjóðirnar; v5 skundisliga nærkast mítt rættlæti, frelsa mín kemur undan, armar mínir veita tjóðunum rætt; á meg vóna fjarlagdar strendur og bíða við langtan eftir armi mínum.
Hin æviga frelsa teirra rættvísu og undirgangur spottaranna
v6 Havið upp eygu tykkara til himins, lítið at jørðini her niðri; tí at sum roykur man himinin hvørva burtur og jørðin farast eins og plagg, sum mýggjabitar skulu íbúgvar hennara doyggja; men frelsa mín skal standa við um ævir og rættvísi mín ongantíð linna. v7 Hoyrið meg, tit, ið kenna rættlæti, og tú fólk við lóg míni í hjartanum, óttist ikki háð manna, ræðist ikki spott teirra; v8 tí at mølur skal eta teir upp eins og klæði; mottur skulu eta teir upp eins og ull; men rættvísi mín varir allar ævir, frelsa mín ætt eftir ætt.
Harrin vil frelsa Ísrael
v9 Vakna, vakna upp, armur Harrans, og íklæð teg styrkleika! Vakna sum í gomlum døgum, sum hjá hinum fyrndargomlu ættum! Tað var jú tú, sum banaði skrímslinum og gjøgnumgataði drekan; v10 tað var jú tú, sum turkaði upp havið, frumhavsins miklu vøtn, og legði veg eftir havsins botni til tey endurloystu at ganga eftir. v11 Harrans útloystu koma heim aftur; við fagnaðarljóði koma tey til Zions, krýnd við ævigari gleði; teimum fylgja fagnaður og gleði, men sút og stynjan flýggja. v12 Eg, eg eri uggari tín, hví óttast tú tá fyri manni, sum eigur at doyggja, fyri mansbarni, ið følnar sum grasið, v13 at tú gloymir Harran, skapara tín, sum tandi út himinin og legði jarðarinnar grundvøll, at tú tann líðilanga dag støðugt óttast vreiði kúgarans? So skjótt sum hann búði seg til at oyða, hvat varð tá av vreiði hans? v14 Skjótt sleppa hinir bundnu úr fjøtrum; teir skulu ikki doyggja og fara niður í grøv; á breyði skal tá eingin skortur vera. v15 Og eg eri Harrin, Guð tín, sum øsi havið, so at bylgjur tess ymja; Harri herliðanna er navn mítt. v16 Orð míni havi eg lagt í tín munn og lívt tær við skugga handar mínar til tess at tjena út himinin og grundvalla jørðina og siga við Zion: «Tú ert fólk mítt.»
Jerúsalems kúgarar verða revsaðir
v17 Vakna, vakna, rís upp, Jerúsalem, tú, sum av Harrans hond fekst hans vreiðisteyp og tømdi sløðursbikar hans at botni. v18 Av øllum teimum børnum, ið hon føddi, var eingin, sum leiddi hana; av øllum teimum sonum, ið hon fostraði, var eingin, sum rætti henni hondina. v19 Hesi bæði í senn hava nú verið tær fyri: – hvør man teg eymka? – oyðan og soran, hungur og svørð – hvør man teg ugga? v20 Í ómegd lógu synir tínir á hvørjum vegamóti eins og antilopa í veiðigrøv, fullir av vreiði Harrans, av hóttum Guðs tíns. v21 Hoyr tí hetta, tú hin eyma, tú, sum ert drukkin, hóast ikki av víni: v22 So sigur Harri tín, drottin, Guð tín, sum flytur mál fólks síns: Sí, nú taki eg sløðurssteypið úr hond tíni; ongantíð skalt tú aftur tøma mína vreiðiskál. v23 Eg gevi tað kúgarum tínum, teimum, ið søgdu við teg: «Lúta, at vit mega ganga yvir tær.» Og tú gjørdi rygg tín til gólv og gøtu at ganga eftir.