Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 54
Harrin tekur aftur til sín hini burtursøgdu
v1 Ver glað, ófrukt, sum ikki hevur átt barn, sker í róp og kalla hátt, tú, sum ikki hevur barnverkir! Tí at børn hennara, sum er einslig, eru nógv fleiri enn hennara, sum hevur mannin. v2 Ger rúmsátt í tjaldi tínum, tamba á tjalddúkar bústaðar tíns og spar ikki, ger tjaldreipini long, rek tjaldhælir tínar fastar, v3 tí at tú manst fjølga teg bæði til høgru og vinstru, ætt tín skal ogna sær tjóðir og byggja upp aftur oyddar borgir. v4 Óttast ikki, tí at ikki skalt tú verða til skammar; lat ikki háð bíta á tær, tí at skemd skal ikki meira verða tær fyri. Tí at tú skalt gloyma lítilsvirði ungdóms tíns og ikki minnast vanvirðing einkjudóms tíns. v5 Tí at hann, sum skapaði teg, er maður tín; navn hans er Harri herliðanna; loysnari tín er Ísraels heilagi, hann, sum nevnist Guð alrar jarðar. v6 Svikin og hugstoytt satst tú – men Harrin kallar teg sína. «Man maður havna sínum ungdóms drósi?» ljóðar tað frá Guði tínum. v7 Skamma stund eg segði teg burtur, men í miklari miskunn eg taki teg aftur at mær. v8 Í ovurvreiði eg fjaldi um bil mítt andlit fyri tær, men miskunni tær aftur við ævigum kærleika, sigur tín loysnari, Harrin. v9 Hetta er mær sum á Nóa døgum: Eins og eg svór, at Nóaflóðin skuldi ikki aftur jørðina hylja, soleiðis svørji eg nú, at ikki meira skal eg reiðast og ilskast inn á teg. v10 Tí at um so fjøllini vikast, og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja og friðarsáttmáli mín ikki gretta, sigur Harrin, miskunnari tín. v11 Tú eyma, stormbarda, ugganarleysa! Sí, eg byggi teg upp við smáragdum og laði grundvøll tín av saffirsteinum, v12 geri múrtindar tínar av rubinum og lið tíni av karfunkulsteinum og allan tín borgargarð av dýrum steinum. v13 Tá verða øll børn tíni lærusveinar Harrans og skulu njóta miklan frið. v14 Í rættlæti skalt tú verða grundfest. Hugsa teg fjart frá valdsgerð, tí at tú hevur einki at óttast, frá ræðslum, tí at tær skulu ikki koma tær í nánd. v15 Um nakar ger seg inn á teg, er tað ikki av mínum ávum, falla fyri tær skal hvør, sum ger seg inn á teg. v16 Tað eri jú eg, sum skapi smiðin, ið blæsur gløðurnar upp at loga og framleiðir vápn til nýtslu; men eisini oyðaran skapi eg til at oyða. v17 Einki svørð, ið smíðað verður ímóti tær, skal fáa sigur; hvørja tungu, ið talar ímóti tær, skalt tú sakfella. Hetta er lutur tænara Harrans, tað rættlæti, sum teir fáa hjá mær, sigur Harrin.