Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 58
Føsta
v1 Rópa, eir ikki málinum, lat rødd tína gella sum lúður, kunnger fólki mínum misbrot tess og Jákups ættarkyni syndir teirra. v2 Til mín teir leita dag frá degi og tráa eftir kunnleika um vegir mínar, sum vóru tey fólk, ið innir rættlæti og ikki hevur svikið krøv Guðs síns. Tey spyrja meg um lóg og rætt við langtan eftir nærleika Guðs: v3 «Hví sært tú ikki, at vit fasta, og gevur tí ikki gætur, at vit svølta okkum?» Sí, tit havast at starvi, meðan tit fasta, og fara við hørðum móti bønarfólki tykkara. v4 Sí, tit fasta til tess at vekja deilur og trætur og berja við gudleysum nevum; men sum tit fasta í dag, verður rødd tykkara ikki hoyrd á himni. v5 Man hetta vera føsta, sum mær líkar, at maður ein dag pínir seg sjálvan? At boyggja sítt høvur sum sevið og breiða undir seg sekk og øsku! Kallar tú tílíkt føstu, ein dag til at vinna sær náði Harrans? v6 Nei, føsta, sum mær líkar, er at loysa leinkjur gudloysis og slíta bond oksans, sleppa kúgaðum leysum og sorla hvørt eitt ok, v7 at býta sítt breyð sundur til svong, húsa neyðstøddum og heimleysum, at tú klæðir tann nakna, sum tú sært, og noktar ikki landa tínum hjálp. v8 Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá munnu sár tíni skjótt verða grødd; undan tær skal rættur ganga og dýrd Harrans fylgja tær; v9 tá man Harrin svara, tá ið tú kallar, bønhoyra neyðarróp títt og siga: «Her eri eg;» um tú lættir av allari kúgan, av øllum spotti og illmæli, v10 gevur tú svongum breyð títt og mettar eina maktaða sál, tá rennur ljós títt upp í myrkrinum, og bølaniðan kring teg verður alljósur dagur. v11 Støðugt skal Harrin leiða teg og metta teg í oyðisondum; hann gevur tær kraft av nýggjum, tú verður sum vatnríkur aldingarður, sum kelduvað, har vatnið ongantíð trýtur. v12 Tá byggir tú aftur á aldargomlum toftum, fyrndargamlar rustir reisir tú aftur; tá verður tú nevndur: «Bøtari av borgargørðum», «Endurnýggjari av bygdavegum».
Sabbat og frelsa
v13 Varðar tú fót tín á hvíludegnum og ongum keypskapi hevst at á mínum heilaga degi, kallar tú hvíludagin hugnað tín og Harrans halgidag dýrmætan, heiðrar tú hann við einki starv at inna, við ikki at reka keypskap ella tala fáfongd, v14 tá manst tú fegnast um Harran, tá lati eg teg ríða yvir landsins hólar og njóta arvalut Jákups, faðirs tíns, so satt sum Harrans muður hevur talað.