Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 59
Synd Ísraels tálmar frelsuni
v1 Sí, hond Harrans er ikki ov stutt til at frelsa, oyra hans ikki so deyvt, at tað ikki hoyrir. v2 Nei, tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Guðs tykkara; syndir tykkara hava hult andlit hans fyri tykkum, so at hann ikki hoyrir. v3 Tí at hendur tykkara eru dálkaðar í blóði, fingrar tykkara í misgerðum; lygn mæla varrar tykkara, tunga tykkara mutlar ilskuráð. v4 Við órætti stevna teir hvør øðrum, eingin flytur mál vegna sannleikans; teir líta á tómleika og fara við lygnum, ganga við ranglæti og føða órætt; v5 teir klekja út ormaegg, og vevnaður teirra er kongurvág; honum, ið etur eitt egg, er deyðin vísur; verður tað brotið, skríður út eiturormur. v6 Vevnaður teirra nyttar einki til klædna, burtur úr verki teirra fæst einki at lata seg í; illverkum havast teir at, hendur teirra eru fullar av valdsgerð. v7 Fljótir eru føtur teirra eftir tí illa og skjótir til at úthella sakleyst blóð; ógævuráð eru ráðagerðir; á vegum teirra er soran og sorlan. v8 Veg friðarins tekkja teir ikki; rættlæti er ikki í sporum teirra; teir gera sær sniðgøtur; eingin, sum á teimum gongur, veit av friði. v9 Tí er rætturin okkum fjarlagin, og rættlætið røkkur okkum ikki; vit stunda á ljós, men tað er myrkur, á dagsglæmu, men ganga í niðu. v10 Vit trilva sum blind fram við veggjum, trilva sum fólk, ið mist hava sjónina, vit snáva á alljósum degi sum í skýming, eru sum deyð í blóma lívsins. v11 Vit rymja øll sum bjarnir, láta sorgblíð sum dúgvur; vit bíða eftir rætti, men til einkis, eftir frelsu, men hon er fjarlagin. v12 Tí at tú sært vár mongu misbrot, várar syndir móti okkum vitna; ja, syndir várar eru okkum kunnar, várar misgerðir vita vit. v13 Vit slitu trúnað og sviku Harran, viku burtur frá Guði várum; vit høvdu valdsgerð og fráfall á máli, og upphugsaðu lygnir í hjartanum. v14 Rætturin verður burturtrongdur, rættlætið heldur seg fjart; tí at sannleikin snávar á torgum, og rættferð sleppur ikki framat. v15 Sessur sannleikans er tómur, og tann, sum havnar tí illa, verður øðrum at herfongi. Men Harrin sá tað, og hetta rættloysið líkaði honum illa.
Frelsa av náði einans
v16 Og tá ið hann sá, at har var eingin, og undraðist, at eingin sær tók um reiggj, tá hjálpti honum armur hans, og rættlæti hansara studdi hann. v17 Hann læt seg í rættlæti sum í brynju, setti frelsuhjálmin sær á høvur, hann fór í hevndarbúnan og sveipaði seg í skikkju vandlætisins. v18 Hann lønir hvørjum eftir atburði hans, sínum mótstøðumonnum við vreiði, fíggindum sínum við hevnd, og endurgeldur oyggjalondunum, v19 so at teir óttast navn Harrans alt frá sólsetri og dýrd hans alt frá sólarrisi, tí at nú kemur hann eins og innibyrgdur streymur, sum er østur upp av andablástri Harrans. v20 Endurloysnari kemur frá Zion, tekur burtur syndina úr Jákupi, ljóðar tað frá Harranum. v21 Og hetta er sáttmálin, eg geri við tey, sigur Harrin: Andi mín, sum er yvir tær, og orð míni, sum eg havi lagt í munn tín, skulu ikki víkja frá munni tínum, heldur ikki frá munni barna og barnabarna tína, sigur Harrin hiðanífrá og um allar ævir.