Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 60
Dýrdin, sum renna skal upp yvir Jerúsalem
v1 Statt upp og skín, tí at ljós títt kemur og dýrd Harrans rennur upp yvir tær! v2 Tí sí, myrkur hylur jørðina og sorti fólkini; men yvir tær rennur Harrin upp, og dýrd hans birtist yvir tær. v3 Og heidningarnir stevna at ljósi tínum og kongar at ljómanum, sum rennur upp yvir tær. v4 Hav upp eygu tíni og lít teg um: teir savnast allir saman og koma til tín; synir tínir koma av fjarløgdum londum, og døtur tínar verða bornar á ørmum. v5 Tá skalt tú síggja og lýsa av gleði, og hjartað í tær skal titra og víðkast; tí at havsins ríkidømi skal horva til tín, heidninganna ognir skulu koma til tín. v6 Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfolar úr Midian og Efa; allir skulu teir koma úr Sába, gull og roykilsi skulu teir bera, og lov Harrans skulu teir kunngera. v7 Til tín savnast allar smalur Kedars, tær tæna Nebajots veðrar, sum væl toknað offur á altari mínum, bønhúsi mínum til heiðurs. v8 Hvørjir eru hasir, ið koma fljúgvandi eins og skýggj, eins og dúgvur til búra sína? v9 Hatta eru skip, ið higar stevna; fremstir fara Tarsis knørrir til tess at flyta synir tínar heim av fjarløgdum londum; silvur sítt og gull teir hava við sær til navn Harrans, Guðs tíns, Ísraels heilaga, sum ger teg dýrmætan. v10 Borgargarðar tínar skulu útlendskir byggja upp og kongar teirra tæna tær; tí at av vreiði eg sló teg, men várkunni tær nú av náði. v11 Altíð skulu lið tíni opin standa, lokast hvørki dag ella nátt, so at eyður tjóðanna kann koma til tín, fluttur av kongum teirra; v12 tí tann tjóð og tað ríki, sum ikki vil tæna tær, man farast, tey fólk skulu avoydd verða. v13 Dýrd Libanons skal til tín koma; syprisviður, almviður og buksviður til tess at prýða mín halgistað og dýrmeta fótskør mína. v14 Synir kúgara tín koma til tín nívdir niður, allir, sum teg háðaðu, tveita seg flatar fyri føtur tínar og nevna teg: Borg Harrans, Zion, har Ísraels heilagi býr. v15 Áður lást tú yvirgivin, hatað og skýggjað av jarðarmonnum; men nú skal eg gera teg til ævigan háleika, til gleði ætt eftir ætt. v16 Tú skalt drekka tjóðanna mjólk og súgva konganna bróst og sanna, at eg eri Harrin, frelsari tín, Jákups veldigi, loysnari tín. v17 Eg lati gull koma í staðin fyri kopar og silvur í staðin fyri jarn, kopar í staðin fyri við og jarn í staðin fyri grót; eg lati friðin vera stýrisvøld tína og rættlætið ráðharrar tínar. v18 Valdsgerð skal ikki aftur spyrjast í tínum landi, eingin sorlan og soran har, sum tú býrt; borgargarðar tínar nevnir tú frelsu og lið tíni lovsong. v19 Sólin skal ikki meira vera tær ljós og mánin ikki skína fyri tær; nei, Harrin sjálvur skal vera tær ævigt ljós, Guð tín skal vera tín geislandi ljómi. v20 Tá fer tín sól ikki aftur til viða, og ikki skal mánin taka av; tí at Harrin skal vera títt ljós um ævir; tá eru sorgardagar at enda. v21 Øll av tínum fólki eru rættlát ævinliga eiga tey landið – tey eru gróðurangin, ið Harrin setti niður, handaverk hansara, honum til heiðurs. v22 Hin minsti skal verða til túsund, hin vesæligasti til mikla tjóð; eg eri Harrin og fremji tað í skundi, tá ið stundin til tess er komin.