Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Jesaja, kapittul 66
Revsingarorð til tey gudleysu
v1 So sigur Harrin: «Himinin er mítt hásæti og jørðin fótskør mín; hvat hús kunnu tit tá reisa mær, og hvar er tann staður, ið vera kann bústaður mín? v2 Hond mín hevur jú skapað alt hetta, so at tað er vorðið til, sigur Harrin. Men teir, sum eg líti til, eru hinir eymu, sum hava sundurbrotnan anda og skelva fyri orði mínum. v3 Tann, sum slátrar oksa, er manndrápari, tann, sum ofrar lamb, hálsbrýtur hund, tann, sum framber grónoffur, ofrar svínablóð, tann, sum brennir roykilsi, signar skurðgud. Men eins og teir valdu sínar egnu leiðir, og eins og sál teirra fekk yndi til hinar andstyggiligu gudar, v4 soleiðis man eg velja teimum kvalir og lata tað, sum teir ræðast, koma yvir teir, av tí at teir ikki svaraðu, tá ið eg kallaði, og ikki lýddu á, tá ið eg talaði, men gjørdu tað, sum ilt var í mínum eygum og valdu tað, sum mær mislíkar.
Frelsan er nær
v5 Hoyrið orð Harrans, tit, ið skelva fyri orði hans! So siga brøður tykkara, sum hata tykkum og reka tykkum burtur fyri sakir navns míns: «Lat Harran birtast í dýrd síni, so at vit mega síggja gleði tykkara!» Men teir skulu verða til skammar. v6 Hoyrið gnýið úr borgini, rómin úr templinum! Hoyrið, hvussu Harrin lønir fíggindum sínum fyri verk teirra! v7 Hon føðir, áður enn verkirnir eru komnir; áður enn riðini eru á hana komin, eigur hon sveinsbarn. v8 Hvør hevur hoyrt um tílíkt? Hvør hevur sæð slíkt? Verður nakað land í heimin borið eftir einum degi, ella verður nøkur tjóð fødd alt í einum? Men Zion hevur nú alt í einum havt verkir og føtt síni børn. v9 Man eg opna móðurlív og síðan hindra føðing? sigur Harrin. Og man eg elva føðing og síðan loka móðurlívið? sigur Guð tín. v10 Gleð teg, Jerúsalem! Fegnist um hana, allir, ið hana unna; ja, luttakið í gleði hennara, allir, ið nú bera sorg um hana, v11 so at tit mega súgva av hugsvalandi barmi hennara og mettast, so at tit mega drekka og gøða tykkum av lívskveikjandi stálma hennara,
Harrin frelsir fólk sítt, men revsar fíggindar sínar
v12 tí at so sigur Harrin: «Sí, eg veiti til hennara frið eins og floymandi á og tjóðanna eyð eins og rennandi løk; smábørn hennara verða borin á mjødn og vaggað blítt í fangi. v13 Eins og móðir uggar son sín, soleiðis man eg ugga tykkum; í Jerúsalem munnu tit ugga finna. v14 Tit skulu síggja tað hjartansfegnir og bein tykkara grønskast eins og grasið. Harrans hond skal verða tænarum hansara kunn, men vreiðin fíggindum hans. v15 Sí, Harrin kemur sum eldur; vagnar hansara eru sum hvirlur; hann letur bræði sína brenna og sýnir vreiði sína í geisandi loga. v16 Tí at við eldi og svørði sínum skal Harrin halda dóm yvir øllum holdi, og mangir verða teir, ið Harrin fellir. v17 Teir, ið halga og víga seg í lundum og fylgja einum, ið er við teimum, sum eta svínakjøt og kjøt av skriðdjórum og músum – teirra verk og hugsanir skulu verða til einkis, sigur Harrin.
Heidningar koma við Ísraelsmonnum heim
v18 Eg skal koma og savna tjóðir og allar tungur, og tá skulu tey koma og síggja dýrd mína. v19 Eg geri tekin teirra millum og lati nakrar teirra komast undan til tjóðanna, til Tarsis, Pul, Lud, Mesjek, Rosj, Túbal, Jávan og til hini fjarløgdu oyggjalond, sum ikki hava hoyrt um meg og ikki sæð dýrd mína; teir skulu boða um dýrd mína tjóðanna millum. v20 Og tá skulu teir koma við øllum brøðrum tykkara heim frá øllum tjóðum, sum offurgáva til Harrans – á hestum og á vagnum, á burðarstólum, á múldjórum og á kamelum til mítt heilaga fjall, til Jerúsalem, sigur Harrin, eins og tá ið Ísraelsmenn koma við offurgávum í reinum kerum til hús Harrans. v21 Eisini av teimum skal eg skipa Levitaprestar, sigur Harrin.
Endi
v22 Tí at eins og hin nýggi himinin og hin nýggja jørðin, sum eg skapi, skulu standast fyri ásjón míni, sigur Harrin, soleiðis skal avkom og navn tykkara standast. v23 Og hvønn mánað á tendringardegnum og hvørja viku á hvíludegnum skal alt hold koma og tilbiðja fyri ásjón míni, sigur Harrin. v24 Og teir skulu ganga út og síggja ræini av teimum monnum, ið slitu trúnað við meg, tí at ormur teirra man ikki doyggja og eldur teirra ikki slokna; alt hold skal øtast yvir teir.