Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Mika, kapittul 1
Yvirskrift
v1 Orð Harrans, ið kom til Mika Móresjita á døgum Jótams, Ákazar og Hizkia, Júdakonga – tað orðið, sum hann skoðaði viðvíkjandi Sámáriu og Jerúsalem:
Harrin birtist til dóms yvir Sámáriu og Jerúsalem
v2 Hoyrið, allar tjóðir, jørðin lýði á og alt, sum á henni er! Harrin, drottin, kemur sum vitni móti tykkum, Harrin frá síni heilagu høll. v3 Sí, Harrin kemur úr bústaði sínum, stígur oman og fer yvir hæddir jarðarinnar; v4 undir honum fjøllini bráðna, og dalarnir klovna – sum vaks fyri eldi, sum vatn út av brøttum bergi; v5 alt hetta berst á fyri misgerð Jákups og fyri syndir Ísraels ættar. Hvør er misgerð Jákups? Mundi tað ikki vera Sámária? Og hvør er tá synd Júda ættar? Mundi tað ikki vera Jerúsalem? v6 Eg geri Sámáriu til grótrúgvur og byggilendi hennara til víngarðsjørð; steinar hennara tveiti eg oman í dalin og leggi grundvøllin beran; v7 allar gudamyndir hennara skulu verða smildraðar, allar skøkjugávurnar skulu verða brendar í eldi; eg oyði allar skurðgudar hennara; tí at fyri skøkjuløn vórðu teir fingnir, og til skøkjuløn skulu teir aftur verða.
Sorg profetsins
v8 Tí má eg harmast og vena meg, ganga skóleysur og uttan skikkju, hevja harmljóð eins og sjákálar, rópa av sorg eins og strutsar,
Júda herjaður
v9 tí at ógrøðandi eru sár hennara; og alt at Júda er tað komið, til Jerúsalem, fólks míns borgarlið. v10 Boðið tað ikki í Gát og grátið ikki í Bókim; í Bet-Leafra, veltið tykkum í dusminum! v11 Smoykið tykkum lotir og naknir út, tit, sum búgva í Sjáfir! Záanans íbúgvar vága sær ikki út; av sorgarljóðinum úr Bet-Ezel skelva tykkara bein. v12 Og hvussu kunnu Márots íbúgvar vóna nakað gott, tá ið ógæva frá Harranum er komin alt frá Jerúsalems borgarliði? v13 Setið hestarnar fyri vagnarnar, tit, sum búgva í Lákisj; tað var jú høvuðssyndin hjá Zions dóttur, tí at hjá tykkum Ísraels misbrot finnast. v14 Sendið tí burtur Móresjet-Gát við skilnaðarbrævi; ein svikafullur løkur eru hallirnar í Akzib vorðnar Ísraels kongum. v15 Enn lati eg ránsmenn herja á teg, tú, sum býrt í Máresja; koma skal dýrd Ísraels alt at Ádullam. v16 Raka av tær hár og skegg vegna tíni ástkæru børn; ger berskallan breiðan, sum á gammi, tí at herleidd fara tey frá tær.