Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Mika, kapittul 2
Veiróp yvir stórbøndurnar
v1 Vei teimum, ið liggja á legum sínum og upphugsa illverk og inna tey, so skjótt sum lýsir av degi, og tey halda seg før til tess; v2 teir girnast bø og ræna hann, hús og taka tey, leggja undir seg mann og hús, ognir og ánara. v3 Tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eisini eg man móti hesum ættkyni upphugsa illverk, sum teir ikki skulu fáa sín háls burtur úr, so at teir ikki fáa gingið so brestnir, tí at hetta verða hevndartíðir. v4 Á tí degi verður táttur kvøðin um tykkum og hetta harmljóð: «Beint er fyri okkum med alla; fólks míns jørð er sundurskift við mátingarbandi, og eingin fær mær hana aftur; teir, ið okkum hava herleitt, hava fingið jørð okkara.» v5 Tí skalt tú ongan hava, sum markar av arvalut í savnaði Harrans.
Træta millum profetin og mótstøðumenn hans
v6 «Lættið av hesum spádómsorðum!» siga teir, «tílík orð mega ikki verða talað; skulu hesi orð ongantíð fáa enda?» v7 «Er Jákups ætt tá bannlýst? Er Harrin tá so bráður í lyndi, ella man hann gera tílíkt? Eru ikki orð hans mjúk móti teimum, ið rættiliga ganga?» v8 Men tit eru fíggindar vorðnir móti mínum fólki; møttul og skikkju tit skræða av teimum, ið ekkaleys koma gangandi og leiðir eru við bardaga; v9 konur fólks míns reka tit út úr húsunum, ið vóru hugnaður teirra; frá børnum teirra taka tit mín heiður med alla og siga: v10 «Avstað, burtur við tykkum! Her skulu tit ikki vera! Fyri smámuna sakir taka tit veð við hørðum.» v11 Um einhvør kemur við tómum orðum, svikum og lygnum og sigur: «Eg skal tala til tykkara um vín og sterkan drykk,» hann verður rættur talari hjá hesum fólki.
Hinir herleiddu koma heim
v12 Eg skal savna øll av Jákups ætt, ja, henta saman allar Ísraels leivdir, lata tey saman eins og seyð í rætt, eins og fenað inn í kvíggj, so at har verður gangur av mannfjøld. v13 Slóðarin leiðir tey, tey bróta gjøgnum liðið og fara útum; undan teimum gongur kongur teirra, Harrin sjálvur á odda.