Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Mika, kapittul 5
Hin nýggi Dávid
v1 Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum; v2 tessvegna gevur hann tey yvir eina tíð, til hon, ið føða skal, hevur átt; tá skulu leivdir ættbrøðra hans koma heim aftur til Ísraelsmanna. v3 Og hann skal standa og goyma at teimum í kraft Harrans, í tignarnavni Guðs síns. Ekkaleys munnu tey tá búgva, tí at mikil skal hann vera alt at endamarkum jarðar. v4 Hann skal vera friður: Tá ið Assur herjar á land várt og treingir inn í hallir várar, tá senda vit ímóti honum sjey hirðar og átta mannahøvdingar, v5 teir skulu gæta Assurland við svørði og Nimrodland við bregðaðum brandi. Og soleiðis man hann frelsa okkum frá Assur, tá ið hann herjar á land várt og treingir inn á jørð okkara.
Ísrael skal verða mikil og mætastur millum tjóða
v6 Tá verður millum mangar tjóðir Jákups leivd eins og døgg frá Harranum, eins og regndropar á grasi, sum ongum tráa eftir og ikki bíða eftir mannabørnum. v7 Jákups leivdir heidninganna millum, mitt í mongum tjóðum, verða sum ljón millum skógardjór, sum ljónshvølpar í seyðafylgi, sum traðka fyri sær rás og skræða sundur, so at eingin fær bjargað. v8 Hond tín skal vera móti óvinum tínum; allir fíggindar tínir skulu týnast.
Harrin vil reinsa Ísrael og hevna seg inn á fíggindar hans
v9 Á tí degi, sigur Harrin, taki eg frá tær hestar tínar og beini fyri hervagnum tínum. v10 Eg skal oyða borgirnar í landi tínum og bróta niður øll hervirki tíni, v11 gandasnildið taki eg frá tær, og manarar skalt tú ongar hava; v12 eg beini fyri gudamyndum tínum og steinsúlum tínum, ið hjá tær eru; ikki skalt tú longur tilbiðja handaverk tíni. v13 Eg smildri tínar Ásjerustólpar og sorli skurðgudar tínar. v14 Síðan man eg við vreiði og ilsku hevna meg inn á tjóðirnar, ið ikki vildu lýða.