Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Mika, kapittul 7
Spillan í fólkinum
v1 Vei mær! Hjá mær er tað eins og við eftirtíning av summaraldini og vínberjum: Ikki eitt vínber eftir til at eta, eingin árfika, sum eg hevði glett meg til; v2 alt gudrøkið fólk er horvið úr landinum, eingir rættsintir menn eru eftir, allir teir tráa eftir blóði og royna við neti hvør eftir øðrum. v3 Hendur teirra eru skjótar eftir tí illa, høvdingin krevur, og dómarin dømir fyri endurgjald; stórmennið talar bart út um tað, sum hann girnast, og soleiðis gera teir bogið tað, sum beint er. v4 Hin besti teirra millum er sum tornur, hin mest reinmeinti sum tornagirðing. Men koma skal nú dagurin, ið varðmenn tínir boðaðu, tín revsunardagur; ráðaleysir skulu teir standa.
Vón er einans í Guði hjá Ísrael
v5 Trúgvið ikki longur vini, troystið ongum frænda, varða dyr muns tíns fyri henni, sum tú fevnir, v6 tí at sonur vanvirðir faðir, dóttir rísur upp móti móður, sonarkona móti vermóður, og mansins egnu heimbýlismenn eru fíggindar hans. v7 Men eg vil hyggja eftir Harranum, bíða eftir Guði frelsu mínar; Guð mín vil eg hoyra. v8 Gleð teg, mín fíggindi, ikki um meg; tí at eri eg fallin, fari eg aftur á føtur; tó at eg siti í myrkri, lýsir Harrin fyri mær. v9 Men nú má eg tola vreiði hans – tí at móti honum havi eg syndað – til hann flytur mál mítt og veitir mær rætt; hann man leiða meg út aftur í ljósið, og eg skal skoða hans frelsuverk; v10 fíggindi mín skal tað síggja og hyljast í skomm, hann, sum segði við meg: «Hvar er nú Harrin, Guð tín?» Við gleði míni eygu skulu hann skoða, tá ið hann eins og trekkur á gøtuni verður niðurtraðkaður.
Fyrijáttan um endurreising og heimferð og um hevnd yvir heidningarnar
v11 Tann dag tínir borgargarðar aftur verða reistir, og landamark verður víðkað, v12 tá koma tey til tín úr Assur og alt at Egyptalandi, úr Týrus og alt at ánni miklu, frá havi alt at havi, frá fjalli til fjals. v13 Tá skal jørðin verða at oyði vegna illgerðir teirra, sum á henni búgva.
Bøn um frelsu
v14 Goym at tínum fólki við stavi tínum, tí fylgi, sum er títt og í skóginum einsamalt hølast, í miðjum aldingarði; lat tey aftur ganga á beiti í Básjan og Gilead eins og í fornum døgum. v15 Lat okkum aftur undur síggja, eins og tá tú fórt úr Egyptalandi. v16 Lat heidningarnar síggja tað og fáa skomm av síni styrki, leggja hondina á munnin og standa við deyvum oyrum. v17 Lat teir sleikja dusmið eins og ormurin, eins og jarðarinnar skriðkykt. Lat teir koma piprandi út úr hellum sínum, líta ræddir til Harrans, Guðs várs, og óttast teg. v18 Hvør gud er sum tú, ið tekur burtur misbrot og fyrigevur leivdunum av ognarfólki tínum teirra syndir, sum ikki heldur ævinliga fast við sína vreiði, men vil fegin vera miskunnsamur? v19 Hann várkunnar okkum aftur, traðkar okkara misgerðir niður, ja, tú kastar okkara syndir niður í havsins djúp. v20 Tú vilt eyðsýna Jákupi ta trúfesti og Ábrahami ta miskunn, sum tú við eiði heitti fedrum okkara í forðum.