Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 14
Jóhannes doyparin tikin av lívi
v1 Um hetta mundið frætti Heródes fjórðingshøvdingin tíðindini um Jesus; v2 og hann segði við sveinar sínar: «Hatta er Jóhannes doyparin; hann er risin upp frá deyðum, og tí virka krefturnar í honum.» v3 Tí at Heródes hevði tikið Jóhannes og bundið hann og sett hann fastan í fangahús vegna Heródiasar, konu Filippusar, bróður hansara. v4 Tí at Jóhannes segði við hann: «Tað er tær ikki loyvt at eiga hana.» v5 Og hann hevði størsta hugin til at drepa hann; men hann óttaðist fyri fólki, tí at tey hildu hann fyri ein profet. v6 Men tá ið Heródes helt føðingardag sín, dansaði dóttir Heródiasar fyri teimum, og Heródesi líktist væl á hana; v7 og hann svór henni tí dýran eið, at hann vildi geva henni, hvat hon so hevði hugin á. v8 Og eggjað av móður síni sigur hon: «Gev mær higar høvd Jóhannesar doyparans á einum fati.» v9 Og kongurin varð illa við, men fyri eiða sína og gestanna skuld beyð hann, at tað skuldi verða fingið henni. v10 Og hann sendi boð og læt hálshøgga Jóhannes í fangahúsinum. v11 Og varð komið við høvdi hansara á einum fati, og tað varð fingið gentuni, og hon bar móður síni tað. v12 Og lærusveinar hansara komu og tóku líkið og jarðaðu tað; og teir komu og søgdu Jesusi frá.
Jesus mettar 5000
v13 Men tá ið Jesus hoyrdi tað, fór hann við báti burtur haðani í ein oyðistað fyri seg sjálvan; men tá ið mannamúgvurnar fingu at vita av hesum, fóru tær aftan á hann til gongu úr bygdunum. v14 Og tá ið hann steig upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey av teimum, ið sjúk vóru. v15 Men tá ið dagur var komin at kvøldi, komu lærusveinarnir til hansara og søgdu: «Staðurin er oyðin, og tað er longu væl fram; lat nú mannamúgvurnar fara, at tey kunnu koma til bygda og keypa sær mat.» v16 Men Jesus segði við teir: «Teimum nýtist ikki at fara avstað. Gevið tit teimum at eta.» v17 Men teir siga við hann: «Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar.» v18 Men hann segði: «Fáið mær tað higar.» v19 Og hann bað mannamúgvurnar seta seg niður í grasið, og hann tók tey fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini sundur og gav lærusveinunum tey, og lærusveinarnir góvu fólkunum tey. v20 Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett, og teir fyltu upp í tólv fullar tægur av molum, ið vóru til avlops. v21 Men tey, ið etið høvdu, vóru um fimm túsund menn, umframt konur og børn.
Jesus gongur eftir vatninum
v22 Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. v23 Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi. v24 Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður. v25 Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. v26 Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: «Hatta er eitt spøkilsi.» Og teir rópaðu av ræðslu. v27 Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: «Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!» v28 Men Pætur svaraði honum og segði: «Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.» v29 Men hann segði: «Kom!» Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. v30 Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: «Harri, bjarga mær!» v31 Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: «Fátrúni maður, hví ivaðist tú?» v32 Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin. v33 Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: «Sanniliga ert tú sonur Guðs!» v34 Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret.
Jesus grøðir mong
v35 Og av tí at fólk har á staðnum kendu hann, sendu tey boð allar staðir har um vegir, og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt. v36 Og tey bóðu hann um, at tey máttu nema eina við faldin á klæðum hansara; og øll tey, ið nomu við hann, vórðu frísk.