Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 16
Krav um tekin av himni
v1 Og Fariseararnir og Saddukeararnir komu fram og freistaðu hann og bóðu hann um at sýna teimum eitt tekin av himni. v2 Men hann svaraði og segði við teir: «Um kvøldið siga tit: Tað verður ein góðveðursdagur, tí at roðin stendur á luftini; v3 og um morgunin: Tað verður ein illveðursdagur í dag, tí at luftin er reydlig og dimm. Útsjónd himmalsins duga tit á at skyna; men tíðartekinini kunnu tit ikki týða. v4 Ein ónd og ótrúgv slekt biður um tekin; men annað tekin skal ikki verða henni givið enn tekin Jónasar.» Og hann vendi sær frá teimum og fór avstað.
Súrdeiggj Farisearanna ...
v5 Og tá ið lærusveinarnir komu yvir um hinumegin, høvdu teir gloymt at taka breyð við sær. v6 Men Jesus segði við teir: «Verið ansnir! Varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!» v7 Men teir hugsaðu við sær sjálvum og søgdu: «Tað er tí, at vit ikki hava tikið breyð við okkum.» v8 Men tá ið Jesus varð varur við hetta, segði hann: «Tykkara fátrúnu menn! Hví hugsa tit við tykkum sjálvum um tað, at tit ikki hava breyð við? v9 Skilja tit ikki enn? Ella minnast tit ikki hini fimm breyðini til tey fimm túsund, og hvussu mangar tægur tit tá hentaðu uppí? v10 Heldur ikki hini sjey breyðini til tey fýra túsund, og hvussu mangar tægur tit tá fingu uppí? v11 Hvussu ber tað tá til, at tit ikki fata, at tað ikki var um breyð, eg talaði við tykkum? Men varið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna!» v12 Tá skiltu teir, at hann ikki hevði sagt, at teir skuldu vara seg fyri súrdeigginum í breyði, men fyri læru Farisearanna og Saddukearanna.
Kristusjáttan Pæturs
v13 Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: «Hvønn siga menn menniskjusonin vera?» v14 Men teir søgdu: «Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.» v15 Hann sigur við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» v16 Tá mælti Símun Pætur og segði: «Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.» v17 Men Jesus svaraði og segði við hann: «Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum. v18 Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni. v19 Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli.» v20 Tá beyð hann lærusveinunum ongum at siga frá, at hann var Kristus.
Jesus talar á fyrsta sinni um líðing sína
v21 Frá teirri stund tók Jesus at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur. v22 Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum og segði: «Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!» v23 Men hann vendi sær á og segði við Pætur: «Vík aftur um meg, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi; tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.»
Jesus talar um at fylgja sær
v24 Tá segði Jesus við lærusveinar sínar: «Vil nakar ganga aftan á meg, tá avnokti hann sjálvan seg og taki upp kross sín og fylgi mær! v25 Tí at tann, ið vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal finna tað. v26 Tí hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan heimin, men má bøta afturfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? v27 Tí at menniskjusonurin skal koma í faðirs síns dýrd við einglum sínum, og tá skal hann gjalda einum og hvørjum eftir virki hansara! v28 Sanniliga sigi eg tykkum, at nøkur av teimum, sum her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja menniskjusonin koma í ríki sínum.»